Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Setursskrivstovan

J. C. Svabos gøtu 14
100 Tórshavn
Tel. 352500, faks 352501
Teldupostur: setur(at)setur.fo

Postadressa:
Setursskrivstovan
Postrúm 272, 110 Tórshavn

Avgreiðsla:
Mánadag-fríggjadag kl 9-15

Avgreiðslan er stongd í døgunum 10.-12. apríl 2013

Starvsfólk á Setursskrivstovuni

Gomlu bókasavnshúsini (mynd),
har Setursskrivstovan heldur til á 2. hædd.

Setursskrivstovan er knýtt at rektarastarvinum sum leiðsluskrivstova og miðfyrisiting fyri stovnin. Uppgávurnar hjá Setursskrivstovuni fevna m.a. um gerð og samskipan av fíggjarlógaruppskotum og játtanum, umframt ávísingar, bóking í FSL-skipanini og eftirlit við givnum játtanum. Setursskrivstovan hevur ábyrgdina av roknskaparhaldi Fróðskaparsetursins, eins og hon umsitur grunnar, studningar o.a.m.

Av øðrum uppgávum eru at nevna: Almennar og innanseturs reglur, fundir í ymsum nevndum, starvsfólkamál, journal, skrásetingar (lesandi, matrikul, próvdómarar, próvtøkur, próvskjøl o.a.), val til stýrið, ársfrágreiðing og annað kunningartilfar, almenn skeið, almennir fyrilestrar, ritgerða- og savningarkappingar, námsferðarstudningar, samstarv og samskifti við aðrar stovnar heima og úti.

Altjóða Skrivstovan

Altjóða Skrivstovan er ráðgevingarskrivstova fyri studentar. Hon er partur av Fróðskaparsetrinum og húsast saman við Setursskrivstovuni í savnshúsunum. 

Skrivstovuhald fyri onnur

Setursskrivstovan hevur skrivstovuhald fyri onnur enn Fróðskaparsetrið:

•Felags rakstrarstaðið Stovnarnir á Debesartrøð, ið fevnir um felags húsavarðaskipanina fyri stovnarnar á Debesartrøð, sum hevur 2 húsavørðar,  og um KT-tænastuna, sum verður myndað av KT-leiðaranum.
 
Føroya Fróðskaparfelag hevur, síðani tað var við til at fáa lagt lunnar undir Fróðskaparsetrið, verið neyvt knýtt at Setursskrivstovuni. Alt samskiftið við og um felagið gekk gjøgnum Maud Heinesen, sum bæði var setursskrivari og skrivari hjá Fróðskaparfelagnum frá 1965 til hon legði frá sær fyri aldur í 2003. Ein stórur partur av virkseminum hjá Fróðskaparfelagnum hevur verið bókaútgávuvirksemið. Hetta er nú umskipað í smápartafelagið Fróðskap, sum Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið hava stovnað í felag.

Setursskrivstovan umsitur fleiri grunnar, sum Fróðskaparsetrið varðar av:

Thorvald Poulsen av Steinum
Dalsgarðsgrunnurin
Grunnur Onnu Djurhuus
Føroyskt-norskt felag

Lindbergs hús


Fróðskaparsetrið hevur eini sethús - Lindbergs hús - við kømurum, sum verða leigað út til gestagranskarar, lærarar og próvdómarar og, um pláss er, til vitjandi studentar.

Bílegging fer fram á Setursskrivstovuni, tel. 35 25 00 ella við telduposti

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult