Faculty of Humanities, Social Sciences and Education
Faculty of Natural and Health Sciences
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Kunning um virksemi Fróðskaparsetursins

Triði hornasteinurin í arbeiðinum hjá Fróðskaparsetrinum er at kunna um virksemið og úrslitini frá hinum báðum hornasteinunum, nevniliga útbúgving og gransking.

Kunningin er ofta rættað til ávísar málbólkar, sum komandi, verandi og fyrrverandi studentar, til granskarar uttanfyri Fróðskaparsetrið og til samstarvsfelagar annars.

Ein týðandi liður er eisini at kunna alment um virksemi okkara og hetta verður gjørt á ymsan hátt. Gjøgnum fyrilestrar, greinar í bløðunum, luttøku í kjaki í miðlunum og á almennum fundum o.s.fr.

Í valmyndini vinstrumegin eru nakrar síður við kunning um ymiskar lutir í arbeiði okkara.

Vit frætta fegin frá fólki, um tað eru spurningar ella viðmerkingar til mál, sum hava verið frammi, ella um okkurt saknast, sum fólk høvdu væntað, at vit høvdu tilfar um.

Hugskot og spurningar kunnu sendast til Setrið. Vit svara skjótast til ber.

Contact
University of the Faroe Islands
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Fax: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult