Sjúkrarøktarfrøðiskúlin
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Vacant jobs
Gerontologi
Endamál
- At lesandi fær innlit í, metur um og nýtir nýggjastu vitan til at skilja tær broytingar, sum fara fram, tá vit eldast.
- At lesandi vera før fyri at grundgeva fyri sjúkrarøktartiltøkum til eldri borgarar út frá vísindaligum kanningum
Innihald
- Ymiskar vísindaligar tilgongdir
- Kroppur, heilsa og elli
- Sálarlig heilsa og trivni
- Gerandislív
- Sosialgerontologi
- Tilgongdin er vísindalig og dentur verður lagdur á, at lesandi út frá vísindaligum tilfari arbeiða við spurdómum innan gerontologi
Undirvísing
- Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak, bólkaarbeiði og framløgur
Skeiðleiðari
- Ása Róin
Nærri upplýsingar kunnu eisini fáast við at venda sær til Hildur við Høgadalsá, hildur.hogadalsa(at)skulin.fo
ella á telefon 292256.