Faculty of Humanities, Social Sciences and Education
Faculty of Natural and Health Sciences
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Forkunnug bók um føroysk dansispøl

Fróðskapur hevur givið út bókina “Danse og sanglege på Færøerne. Oprindelse – udbredelse – nutidig tradition” eftir Andreu Susanne Opielka. Bókin er 388 síður og kostar 348 kr.
17.10.2011Fróðskapur
Forkunnug bók um føroysk dansispøl

Føroysku dansispølini vóru fyrstu ferð nevnd í 1616 og vóru í fleiri øldir ein týdningarmikil partur av føroysku dansimentanini. Millum granskarar hava tey tó altíð staðið í skugganum av føroyska dansinum, sum verður mettur at verða týdningarmesti parturin av føroyska mentanararvinum.

Meðan tað finnast fleiri vísindaligar frágreiðingar um føroyskan dans, hava dansispølini ikki havt serligan áhuga hjá granskarum. Í 2004 fór Andrea Susanne Opielka úr Týsklandi undir eina doktararitgerð um evnið Dansispøl. Ritgerðin varð góðkend í 2007 og var útgivin á týskum í 2009. Bókin er fyrsta verkið, har dansispøl verða viðgjørd burturav. Tað eru 23 lýsingar av dansispølum og av nøkrum niðrispølum, av teimum eru fleiri, sum verða mett at verða útdeyð í dag. Doktararitgerðin byggir á feltarbeiði og upplýsingar frá umleið 200 føroyingum úr ymsum bygdum og býum verða greinaðar. 

Nógvir føroyingar hava víst arbeiði hennara sera stóran áhuga og hava hildið tað havt sera stóran týdning at fáa skrivað niður og varðveitt dansispølini, áðrenn tey púrasta fara í gloymskuna.

Kirsten Brix hevur umsett ritgerðina til danskt. Endamálið er, at geva bæði føroyingum og øðrum áhugaðum í Norðurlondum, t.d. fólkadansarum og granskarum, møguleika at lesa um dansispølini, sum eins og føroyski dansurin eru ein týdningarmikil partur av føroyska mentanararvinum.

Á bókadegnum, sum verður í Norðurlandahúsinum 13. november, verður framløga av bókini við luttøku frá fleiri dansifeløgum. 

Related news

Seinastu tiðindi

16.05.2012
Vilhelmine Christine Himmeline
Hví hevur ein genta, fødd á Viðareiði 28. mai í 1840, fingið navnið Vilhelmine Christine Himmeline? ...
15.05.2012
tímatalvur á FMD fyri heystið 2012
Tímatalvurnar til heysthálvuna hjá BA-/MA-lesandi og støðisnámi II eru nú gjørdar.
14.05.2012
Støddfrøði í 21. øld
Kristi himmalsferðardag 17. mai kl. 19:00 skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum fyrilestri um...
14.05.2012
Fólk við serligum avbjóðingum
Tað politiskt rætta málið snýr seg serliga um fólk, sum víkja frá meirilutanum, tað kunnu vera ...
12.05.2012
Nýggj sjóvarfalsorkukort
Fyri fyrstu ferð er orkupotentialið í sjóvarfalsrákinum á Landgrunninum kortlagt. Kanningarnar...
See more news...
Displaying results 1 to 10 out of 650
Contact
University of the Faroe Islands
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Fax: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult