Vacant jobs
Bygnaður
Fróðskaparsetur Føroya er ein almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini.
Lógin fyri Fróðskaparsetrið ásetir at:
"Fróðskaparsetur Føroya verður stjórnað av einum stýri. Rektarin leiðir Fróðskaparsetur Føroya innan karmar, sum stýrið ásetur."
Stýrið hevur góðkent tveir arbeiðssetningar, sum snúgva seg um ávikavist arbeiðið
við strategi og bygnaðarligu møguleikarnar á Setrinum. Lesið meir um hetta á síðuni um bygnaðarbroytingar.
Leiðsla
Stýrið er evsti myndugleiki, og hevur ábyrgdina av virksemi Setursins mótvegis landsstýrismanninum. Stýrið setir í starv og loysir úr starvi rektara, dekanar og fyrisitingarstjóra.
Jóan Pauli Joensen, ið var seinasti valdi rektari Setursins eftir áheitan frá Mentamálaráðnum, hevur við góðkenning stýrissins verið settur rektari til 1. september 2011. Eftir at starvið hevur verið lýst leyst, er Sigurd í Jákupsstovu settur í starv sum rektari í eitt 5 ára skeið. Súsanna M. Mortensen hevur verið vararektari setursins síðani 2008.
Megindeildir
Í eini tillagingartíð hava tær megindeildir, sum vóru á Setrinum áðrenn nýggju lógina, Læraraskúlin og Sjukrarøktarfrøðiskúlin virkað sum megindeildir við hvør sínum dekani, ið hevði ábyrgd av undirvísingini og granskingini á teimum einstøku deildunum.
Stýrið hevur gjørt fylgjandi fyribils tilnevningar:
- Janus Jensen er dekanur fyri Læraraskúlan
- Súsanna M. Mortensen er dekanur fyri Sjúkrarøktarfrøðiskúlan
- Turið Sigurðardóttir er dekanur fyri Føroyamálsdeildina
- Hans Pauli Joensen er dekanur fyri Nátturuvísindadeildina
- Hans Andrias Sølvará er dekanur fyri Søgu- og samfelagsdeildina
- Rúna Hjelm er fyrisitingarstjóri