Um Depilin
Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking er ein samstarvsorganisatión millum Fróðskaparsetur Føroya (FF), Landssjúkrahúsið (LS) og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA) og síðan des. 2019, eisini Ílegusavnið (ÍLS). Depilin, sum byrjaði sítt virki í 2016, hevur m.a. til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.
Depilin varð settur á stovn 8. desember 2015, tá avtala um stuðul til at menna granskingarsamstarv á Heilsuøkinum varð undirskrivað millum Granskingarráðið øðrumegin og Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hinumegin. Talan er um 7 mill. kr. sum vórðu latnar úr Sjúkrakassagrunninum til samstarvið. Stuðulin stavar frá fænum úr Sjúkrakassagrunninum, sum Løgtingið á vári 2012 avgjørdi skuldi setast av til gransking og onnur átøk á heilsuøkinum.
Avtalan var grundað á leiðreglurnar fyri Høvuðsøki 3, sum áseta, at: “Stuðul kann latast til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum. Avtala verður gjørd við viðkomandi stovn/ar.” Leiðreglurnar áseta neyvari, hvussu stuðulin skal brúkast. Hetta er til stovnssetan av Master útbúgving á heilsuøkinum, til ph.d. stuðul í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu og til setan av vísindastarvsfólki í heilsuvísindum/ fólkaheilsu/sosialari heilsu. Eisini skuldi atlit takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.