Skriva út

Tey pedagogisku fakini í lærara-
útbúgvingini – endamál, innihald
og arbeiðshættir

(Phd. verkætlan)

Hans Harryson, námslektari og  phd. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Aarhus universiteti

Flest allar læraraútbúgvingar eru skipaðar í tríggjar partar:
(1) Undirvísingarfak, 
(2) pedagogisk fak og
(3) starvslæra.

Phd-verkætlanin snýr seg um tey pedagogisku fakini og kannað verður, hvønn leiklut og hvat endamál hesi fak hava í læraraútbúgving í 21. øld. Verkætlanin er ein samanberandi greining av:

-          Læraraútbúgvingini í Vasa, Finnland

-          Læraraútbúgvingini í  Vestfold, Norra

-          Læraraútbúgvingini í Reykjavík, Ísland

Orsøkin til at hesar tríggjar læraraútbúgvingar eru valdar úr múgvuni er, at tær hava gott orð á sær og verða mettar at vera framtakshugaðar og nýmótans av altjóða granskarum.

Kanningarhættirnir, ið nýttir verða, eru ávikavist dokumentanalysa og viðtal við lærarar, ið undirvísa í teimum pedagogisku fakunum, lesandi á síðsta árgangi og nýútbúnar lærarar.