Færri umsóknir til sjúkrarøktarfrøði
Talið á umsóknum til lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetrinum er í vetur fallið samanborið við seinasta vetur
Tá umsóknarfreistin 1. desember var av, vóru 32 umsóknir komnar inn til sjúkrarøktarfrøði, samanborið við 55 umsóknir somu tíð í fjør.
25 lestrarpláss eru tøk hesa lestrarhálvuna á sjúkrarøktarfrøði, har lestrarbyrjan er 29. januar.
Fróðskaparsetrið tekur lesandi upp til lestur í sjúkrarøktarfrøði tvær ferðir árliga, á sumri og vetri. Hetta er triðju ferð, at vetrarupptøka er.
Lestrarskrivstovan viðger nú, hvussu mangar av teimum innkomnu 32 umsóknunum eru skikkaðar, og tey fáa so tilboð um lestrarpláss.
Í fyrru helvt av januar verður greitt, hvussu mong taka av lestrarplássi, og eru tøk pláss tá av teimum 25, sum eru, verða tey lestrarplássini lýst leys at søkja.
Umsóknarumfarið hesaferð hevur verið órógvað av verkfallinum, sum var á fakøkinum, beint sum Setrið skuldi lýsa við vetrarupptøkuni, men um og hvussu nógv tað hevur ávirkað umsøkjaratalið, er ilt at meta um.
- 17.05.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj kanning: Hvat halda føroyingar um Russland og Ukraina?Mikudagin 22. mai klokkan 10 verður nýggj kanning løgd fr...
- 16.05.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinBorgaraskapur uttan luttøku og uttan røddErika Anne Hayfield, dekanur og granskari á Søgu- og samf...
- 16.05.2024 Setrið LestrarskrivstovanHvør útbúgving hóskar til tín?Umhugsar tú at taka eina hægri universitetsútbúgving og g...