Masterskeið: Burðardygg leiðsla
Tú nært enn at søkja um pláss á einum sera viðkomandi leiðsluskeiði á masterstigi um burðardygga leiðslu. Umsóknarfreist er 15 januar, og undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur
26. januar byrjar eitt stakskeið á Søgu- og samfelagsdeildini, sum fært teg at skilja týdningin av burðardyggari leiðslu.
Sum leiðari í privata ella almenna geiranum er tað tín ábyrgd at minka um neiligu ávirkanina, sum virksemið hevur bæði umhvørvisliga og sosialt, og hetta skeiðið í burðardyggari leiðslu gevur tær førleikarnar at eyðmerkja leiklutir og samanspæl millum etikk, leiðslu og strategi.
Eftir skeiðið skalt tú vera før/ur fyri at:
• Greiða frá, greina og meta um týdningin av burðardyggari leiðslu
• Lýsa, hvussu ein í verki arbeiðir við ESG, eisini í føroyskum høpi
• Greiða frá, hvussu ein arbeiðir við umhvørvisstrategi á ymiskum stigi
• Greiða frá, hvat munurin er á umhvørvisligari og sosialari burðardygd
• Lýsa og rapportera, hvussu ymisk burðardygdarátøk síggjast aftur í fyritøkum og á stovnum, og hvussu ein leiðir og stýrir í hesum høpi
Skeiðið er skipað við fyrilestrum, gestafyrilestrum, bólkaarbeiði, kjaki, framløgum frá lesandi og við sjálvlestri.
G.G. Hetta er stakskeið, sum telur 7,5 ECTS og er eisini partur av leiðsluútbúgvingini, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar út sum kandidatútbúgvingina, Master í Leiðslu og Skipan. Undirvísingin er skipað sum vikuskiftislestur, t.e. fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart til tíðliga seinnapart.
Lesið meira um skeiðið her.
Kostnaður: 15.000 krónur
Undirvísing byrjar: 26 januar
Skeiðið endar: 16. Mars
Próvtøka: 2 apríl
Umsóknarfreist: 15 jan
- 17.05.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj kanning: Hvat halda føroyingar um Russland og Ukraina?Mikudagin 22. mai klokkan 10 verður nýggj kanning løgd fr...
- 16.05.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinBorgaraskapur uttan luttøku og uttan røddErika Anne Hayfield, dekanur og granskari á Søgu- og samf...
- 16.05.2024 Setrið LestrarskrivstovanHvør útbúgving hóskar til tín?Umhugsar tú at taka eina hægri universitetsútbúgving og g...