16.05.2024
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Hvør útbúgving hóskar til tín?

Umhugsar tú at taka eina hægri universitetsútbúgving og gera eina góða íløgu í tína framtíð, so er at søkja um lestrarpláss á Setrinum áðrenn 1. juli

Á Setrinum eru bachelorútbúgvingar, diplomútbúgvingar og masterútbúgvingar, sum tú kanst taka, so hevur tú hug at blíva partur av lestrarumhvørvinum á okkara universiteti, send so eina umsókn.

Vit eru umleið 1000 lesandi á eini 25 ymsum útbúgvingum, og kanningar vísa, at arbeiðsmarknaðurin er svangur eftir fólki, sum hava staðið prógv her. Næstan øll, sum hava fingið prógv á Setrinum, eru annaðhvørt lestrarviðkomandi starvi ella eru farin undir enn hægri lestur eitt ár eftir prógvhandanina.

Uttan mun til, hvat tú vilt lesa ella hví, so ert tú hjartaliga vælkomin, og Setrið gevur tær avbjóðingar – og stuðul – til at vaksa, mennast og fáa týdningarmikla nýggja vitan og praktiskar førleikar.

Tú fert at uppliva ovurstóru broytingina, sum hægri útbúgving hevur við sær, og spennandi nýggj útlit fyri tína starvsleið og tínar møguleikar fyri at geva íkast til heimin kring teg.

Tú verður partur av einum serligum universiteti við stórum altjóða útsýni, men sum samstundis er miðsavnað um at nøkta tørvin, sum er í føroyska samfelagnum.

Lestrarskrivstovan er altíð klár at veita tær vegleiðing.

Lesið meira her.

Tú kanst eisini svara nøkrum skjótum spurningum og finna eina útbúgving, sum kanska hóaksar til tín.

Svara spurningunum her.

Umsóknarfreist fyri kvotu 1 er 1. juli.