07.02.2024
Setrið
Skriva út

Ráðstevna: Umskifti í Arktis

13. og 14. mars verður granskingarpolitisk ráðstevna Kongliga Bókasavninum í Keypmannahavn við heitinum Umskifti í Arktis - verja, umhvørvi og samfelag

Á stóru ráðstevnuni á Kongliga Bókasavninum í Svarta Diamantinum í danska høvuðsstaðnum verður gransking í Danmark, Grønlandi og Føroyum sett á breddan. Tað eru universitet í ríkisfelagsskapinum (KU, DTU, Aalborg Universitet, Universitetið í Grønlandi og Fróðskaparsetur Føroya), sum skipa fyri hesi granskingarpolitisku ráðstevnuni.

Arktis er fyri stórum broytingum í hesum árum. Veðurlagsbroytingarnar skunda undir ógvuslig umhvørvisárin, og geopolitiska gongdin og krøvini hjá fólki um menning, trivnað og trygd vaksa.

Í tekstinum um ráðstevnuna verður skrivað, at um vit vilja tryggja eina burðardygga menning, har fólk og umhvørvi eru í miðdeplinum, so krevst umlegging í samfeløgunum og eisini fyri einstaka menniskjað. Og her hevur granskingin ein lyklaleiklut.

Vitan fremur burðardygga menning

Umrøddu universitet í ríkisfelagsskapinum vilja saman orða visiónir um, hvussu granskingin á best møguligan hátt stuðlar upp undir burðardygga menning í Arktis. Málið er at skapa besta vitanargrundarlagið og bestu ráðgevingina, tá tað ræður um trygd, umhvørvi og samfelag til gagns fyri øll trý londini.

Hetta merkir, skriva fyriskipararnir, at vit á nýggjan hátt skulu brúka okkara vitan og geva hana til onnur at nýta. Saman skulu universitetini menna og fáa mest burtur úr samstarvi um útbúgving og gransking, og eisini skal nýhugsast, hvussu granskingarúrslit verða brúkt og sett í verk.

Orðaskifti og vitanardeiling

Á ráðstevnuni geva granskarar, fólk, sum taka avgerðir, samstarvsfelagar og lesandi íkast til kjakini á ráðstevnuni, har serfrøðingar í arktiskari trygd, umhvørvismálum og samfelagsviðurskiftum borðreiða við sínari vitan í pallborðsorðaskiftum og á øðrum serligum kjakpallum.

Føroysku íkastini á ráðstevnuskránni eru fleiri í tali. Magni Mohr, professari og prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetri Føroya fer fyrra dagin, tann 13. mars, saman við Gitte Adler Reimer, rektara á Ilisimatusarfik, og Ole Hertel, prodekani á Aarhus Universiteti, at tosa um visiónir fyri arktiska gransking. 

Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini fer at halda fyrilestur undir heitinum "Ímyndin um manntóma Arktis í bókmentum og politikki".

Fyrsti ráðstevnudagur er á donskum máli, og tá er arktiskur granskingarpolitikkur á skránni. Seinni dagurin er á enskum, og tá verða nýggj møgulig granskingarsamstørv sett á skránna og fígging.

Til ber at taka lut báðar dagarnar ella bara annan.

Evstamark at melda seg til ráðstevnuna er 23. februar.

Lesið meira her.