Kl. 08:00. Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja í Havn Tiltak

Skriva út

Vísindavøka 2024

Fríggjadagin 27. september verður ársins Vísindavøka aftur

Vísindavøkan 2024 verður tann 17. í røðini. Hon verður hildin tann 27. september í  Sjóvinnuhúsinum í Havn. Í vikunum undan Vísindavøkuni verður eisini farið kring landið við Vísindavøku á ferð.

Við Vísindavøkuni vilja Granskingarráðið og granskingarstovnarnir skapa meira kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram í føroyska granskingarheiminum. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við, og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Tilfar frá Vísindavøkum, sum áður eru hildnar, er at finna á gransking.fo og á visindavoka.fo.

Tíðspunkt
fríggjadagur 27. sep., kl 8:00
Longd
Stað
Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja í Havn