Skriva út

3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum

Fróðskaparsetur Føroya skal veita lesandi og samstarvsfeløgum allar lógarásettar tænastur og veitingar, og tí er tað neyðugt hjá Setrinum at viðgera tínar persónsupplýsingar.

Tað eru fleiri ymisk endamál við at viðgera tínar persónsupplýsingar:

• Setrið kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær, sum ger, at vit viðgera persónsupplýsingar um teg.
• Tað kunnu vera uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ið eru grundaðar á ta myndugleikaútinnan, sum Setrið hevur.
• Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónsupplýsingar.

Heimild fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri vera ymsar persónsupplýsingar, sum Setrið viðger, og heimildin er eisini ymisk.
• Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónsupplýsingum er í § 8, stk. 1, nr. 1-5, og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónsupplýsingum er í § 12, stk. 1, nr. 1-4 og nr. 6-7, og stk. 2 umframt §11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
• Um vit savna og viðgera persónsupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimildin í tráð við ásetingina í §7 stk. 3 í dátuverndarlógini.

næsta