Skriva út

Eftirútbúgvingartilboð

Linjugreinalestur fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar lestrarárið 2023-2024

Lestrarárið 2023-2024 verða linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgvingartilboð til lærarar og námsfrøðingar. Undirvísingin fer fram saman við lesandi á Námsvísindadeildini.

Linjugreinarnar hjá lærarum telja 40 ECTS, og eru býttar upp í 4 skeið. Møguleiki er at taka eitt ella fleiri av teimum skeiðum sum linjugreinarnar eru settar saman av.

Linjugreinarnar hjá námsfrøðingum telja 30 ECTS, eru býtt í tvey skeið.

Øll eftirútbúgvingarskeið verða ECTS-mett. Luttøka í eftirútbúgvingartilboðunum er avmarkað vegna plásstrot, og plássini verða játtað so hvørt skikkaðir umsøkjarar søkja.

Kostnaðurin fyri hetta slag av eftirútbúgving er kr. 300 pr. ECTS, umframt 6.000 kr fyri starvslæru hjá lærarum og 2.000 kr. fyri starvslæru hjá námsfrøðingum.

Lestrarárið 2023-2024 verða hesar linjugreinar bjóðaðar sum eftirútbúgving:

Fyri fólkaskúlalærarar:

  • Søga og samtíð á linju
  • Danskt á linju

Linjugreinalestur hjá lærarum telur 9 tímar um vikuna gjøgnum alt skúlaárið, og møtt verður týsdag kl. 12.15-14, hósdag kl. 9-11.30 og fríggjadag kl. 9-14.

Fyri námsfrøðingar:

  • Heyst: Heilsa, kroppur og rørsla
  • Vár: Kreativ námsfrøði

Heystlinjan hjá námsfrøðingum er frá august 2023 til januar 2024.

Várlinjan hjá námsfrøðingunum er frá februar 2024 til juni 2024.

Nærri kunning fæst við at venda sær til nad@setur.fo ella við at venda sær til Irenu Tróndheim, lestrarvegleiðara á Námsvísindadeildini, irenat@setur.fo 

Umsóknarfreistin er 1. juli 2023. 

 

Umsóknarblað fæst HER