Skriva út

Menn tínar førleikar sum smíðlærari

Hevur tú hug at gerast smíðlærari, ella ert tú longu smíðlærari og ynskir at menna tínar førleikar?

Á Námsvísindadeildini verður í vár, í samstarvi við Gøteborg Universitet, bjóðað stakskeið í smíð. Hetta er líknandi skeið sum varð hildið á heysti 2023, men við øðrum evni. Hesuferð verður dentur lagdur á dreying, samlingar, metallarbeiði, íroknað tráðsmíð. Eisini verður arbeitt við hugtøkum so sum týdningin av djúphugsan, og hvør vitan liggur í tí vit gera. Eisini verður formativ eftirmeting viðgjørd, við støði í at hava fokus á læringina heldur enn, hvat næmingarnir skulu gera.

Hesi stakskeiðini í smíð eru skipað soleiðis, at tey skulu órógva arbeiðið sum minst, og tí eru einans tvær vikur hvørja lestrarhálvu við undirvísing burturav á Námsvísindadeildini. Harumframt er lesnaður, sjálvstøðugt arbeiði og uppgávuloysing partur av skeiðnum.

Skeiðini eru grundað á námsætlanina í fólkaskúlanum fyri smíð.

Høvuðsundirvísarar verða Joakim Andersson og Peter Hasselskog frá Gøteborg Universitet. Báðir hava teir drúgvar royndum innan smíðundirvísing, og báðir hava granskingarførleika (phd) í júst smíðundirvísing. Harumframt verða aðrir undirvísarar. Teir koma í stóran mun úr Svøríki, men onkur føroyingur verður eisini millum undirvísararnar.

Ætlanin er at bjóða út seks stakskeið, hvørt á 5 ECTS. Skeiðini verða sett soleiðis saman, at tey at enda kunnu verða sett saman til eina linju sum smíðlærari.

Modul 1: Virkislærdur kunnleiki og verklig læring - Heyst 2023

Umsóknarblað til 2. modul: Djúphugsan og læring í verki, formativ eftirmeting fæst HER.

Um umsóknirnar eru fleiri enn pláss eru fyri, og tær standa javnt í førleikum, verða plássini tillutað eftir nær umsóknin kom inn.

Kostnaður fyri skeiðið: 7.000 Kr.

Luttakaratal: í mesta lagi 12 luttakarar. Fróðskaparsetur Føroya tilskilar sær rætt til ikki at halda skeiðið, um færri enn 8 luttakarar eru.

Fortreytir fyri luttøku: Lærara- ella námsfrøðingaútbúgving, ella onnur viðkomandi útbúgving á sama stigi, umframt starvsroyndir á námsfrøðiliga økinum (fólkaskúla, dagstovni, serstovni, miðnám v.m.)

Undirvísingardagar á vári 2024: Vika 4 (22.-26. jan.) og vika 11 (11.-15. mars) á Námsvísindadeildini.

Umsóknarfreist: 8. januar 2024 og umsóknir skulu sendast til lestur@setur.fo