7220.11 - Mál, mentan og siðsøga


Skeiðsnummar
7220.11
Heiti
Mál, mentan og siðsøga
ECTS
15
Endamál
Endamálið við skeiðnum er tvíbýtt. 1. Tey lesandi skulu fáa innlit í nøkur høvuðshugtøk í málvísindum. Mest verður gjørt við evnini ljóðlæru, mál og samfelag og barnamál. Nortið verður eisini við, hvussu børn uppdaga skrivingina. 2. Tey lesandi skulu kunna seg við tey skaldskaparsløg, sum við felagsheiti verða rópt Skaldskapur av manna munni: Sagnir, ævintýr, skjaldur, kvæði, tættir, orðtøk og gátur. Tey skulu gerast kunnug við eyðkenni fyri hvørt skaldskaparslag sær og fáa innlit í søguna hjá hesum skaldskaparsløgum altjóðaliga, og tá ið um føroysk viðurskifti ræður. Umframt skulu tey kunna seg um frásøgukynstur, dans og dansispøl, og tey skulu sjálv royna frásøgu, dans og dansispøl í verki.
Innihald
Skeiðið er skift sundur í tveir sjálvstøðugar partar. Í fyrra parti verður hugt at, hvat ið mál er, og hvussu vit samskifta við máli og øðrum miðlum. Grundleggjandi heiti innan ljóðlæruna verða viðgjørd. Tey lesandi skulu kunna nýta hana, tá ið komið verður til málmenningina í barnaárum, og hvussu børn uppdaga skrivingina. Í øðrum parti verður sjónarhornið snarað soleiðis, at tey lesandi gerast tilvitað um ta mentanarsøgu, sum føroyskt mál og føroysk frásagnarlist eru sprottin úr. Hesin partur byrjar við innleiðslu í evnið Skaldskapur av manna munni. Roynt verður at finna fram til tær ymsu skilmarkingarnar av skaldskaparsløgunum innan hesa høvuðsgrein, og roynt verður at gera eitt yvirlit, so pedagoglesandi fáa innlit í, hvat ið er at finna av tilfari innan hvørt skaldskaparslagið, og hvar ið tað er at finna á prenti. Nomið verður við eyðkenni, hvørt einstakt skaldskaparslag hevur, og støðu tess í almenninum í skiftandi tíðum. Somuleiðis verður nortið við frásøgnina, bæði tá ið sagt verður frá sagnum og ævintýrum, og tá ið skjaldur, kvæði, tættir verða framførd. Tey lesandi læra eisini nøkur dansispøl.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin verður skipað sum munnligar bólkaframløgur, har tey lesandi draga inn ástøðiliga og verkliga partin. Eftirmetingarúrslit: Staðið/ikki staðið. Nýtt verður innanhýsis próvdøming. Eftirmetingarhátturin og krøv til eftirmetingina eru nærri lýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin