7812.11 - B.Ed. verkætlan


Skeiðsnummar
7812.11
Heiti
B.Ed. verkætlan
ECTS
15
Endamál
Tey lesandi skulu skriva eina ritgerð har tey greina og viðgerða eitt ávíst evni, ið er teirra fakøki viðkomandi. Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna at arbeiða sjálvstøðugt á ein akademiskan hátt við við vísindaligum ástøðum, háttaløgum og heimildum.
Innihald
Tey lesandi skriva eina verkætlan, ið er skipa kring ein spurning/spurdóm. Tey lesandi, í samráð við vegleiðarar sínar, velja eitt evni, ið er námsfrøðiligu fakøkini viðkomandi. Áðrenn tey lesandi kunnu fara undir verkætlanina, skal evni, ið tey hava valt, vera góðkent av vegleiðarum og undirvísingarleiðarunum. Ritgerðin skal hava ein almennan didaktiskan og/ella fak-didaktiskan part, ið fevnur um í minsta lagi ein triðing av uppgávuni.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi, í bólki ella sum einstaklingar, skriva eina ritgerð, ið skal verjast munnliga. Upp til 3 lesandi kunnu vera í hvørjum bólki. Um skrivað verður í bólki, skal skilmarkast, hvønn part av uppgávuni hvør lesandi hevur ábyrgdina fyri. Verkætlanin er nærri lýst í skjalinum ”Bachelorverkætlanin – reglur og mannagongdir”, ið tey lesandi fáa, tá tey fara undir verkætlanina.