Føroyamálsdeildin
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Leys størv
Barnabókmentir
Barnabókmentir hava síðan 1970-árini verið ein týdningarmikil partur av undirvísing og gransking av bókmentum á lærdum háskúlum í Vesturheiminum, og í dag verða hildnar ikki bara norðurlendskar men altjóðaráðstevnur um barnabókmentir millum granskarar í øllum heimspørtum. Á Fróðskaparsetri Føroya hava verið hildin skeið í barnabókmentum, har ávis tíðarskeið í føroyskari barnabókmentasøgu hava verið kannað eins og ávísar útgávur og høvundar.