Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Ritverk Símunar av Skarði

- Turið Sigurðardóttir

Eitt granskingarevni er ritverk Símunar av Skarði (1870-1942), háskúlastjóra. Sangir og sálmar hansara, upprunaligir og týddir, hava verið fólkaogn, síðan teir komu fram og hava verið atkomuligir í sang- og sálmabókum. Men ritsavn hansara ella partar av tí vóru ikki útgivnir. Turið Sigurðardóttir fór undir at savna og skipa tað, sum Símun av Skarði hevur yrkt, skrivað og týtt, til útgávu. Í tí arbeiðinum vóru yvirlit, sum Jóhannes av Skarði (1911-1999) hevði gjørt, og samrøður við hann til stórt gagn, og tað gleðiliga var, at 1. bind kom út, meðan Jóhannes var á lívi.

Millum 1998 og 2004 kom ritverkið út í 7 bindum – ein bók um árið - hjá forlagnum Fannum:

1. bind: bundið mál
2. og 3. bind: greinir, lestrar, kvøður og ummæli
4. bind: søgur og ævintýr
5. bind: týdd íslendingasøga
6. bind: eitt upprunaligt og eitt týtt leikrit
7. bind: týdd samtíðarskaldsøga

Eitt ískoytis- og yvirlitsbind er enn ókomið. Millum tað, sum verður í tí kunnu nevnast: tekstir, sum ikki vóru komnir undan kavi, tá ið bindini, teir áttu at staðið í, vórðu prentað; yvirlit yvir, hvar teir einstøku tekstirnir hava verið prentaðir áður, og hvar teir standa í ritsavninum; viðmerkingar og frágreiðingar um og viðgerðir av einstøkum tekstum; skrá yvir bókmentir um Símun av Skarði.

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult