|
|
Haruveiðan í Føroyum 2012 Hunting of hare in the Faroe Islands in 2012 |
| Eyðfinn Magnussen |
| NVD-Rit 2013:02, p. 1-44, 2013 |
| Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Technical Report |
Abstract (Faroese)
Haruveiðan í Føroyum 2012Hunting of hare in the Faroe Islands in 2012 | ABSTRACT (FAROESE): Hetta er ein fyrsta roynd, at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum.
Í yvirlitinum eru tilsamans 5.381 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2012. Men yvirlitið er tíðan verri ikki fullfíggjað, tí tað eru uttan iva fleiri harutøl, sum tað ikki hevur eydnast mær at fáa fatur á. So helst er samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2012 omanfyri 7.000.
Nú var 2012 eitt serstaka vánaligt ár til haru. Flestu harumenn, sum eg havi tosað við siga, at teir bara hava fingið umleið helvtina av tí, sum teir vanliga plaga at fáa. Er hetta rætt, verða eitt miðal ár skotnar dupult so nógvar, t.e.14.000, harur í Føroyum. Siga vit, at helvtina av harustovninum verður skotnar á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin í 2012 umleið 14.000 harur. Eitt miðal ár er harustovnurin kanska tað dupulta .
Raskastir at skjóta harur í 2012 vóru teir í hagapartinum Norðurtriðingur, Norðari partur í Sørvági. Teir fingu tilsamans 120 harur á 10 túrum. Teimum á baki komu teir á Skálatoftum á Borðoynni við 116 harum, sum teir fingu á 8 túrum. Á triðja plássi vóru teir á Dúvugørðum í Saksun við 110 harum, eisini á 8 túrum.
Flest harurnar vórðu skotnar í Streymoynni, íalt 2.511 harur, sum er 47% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2012. Í Vágum vórðu skotnar 948 harur, í Eysturoynni 567 og á Borðoynni 447 harur.
Vestmanna er tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2012. Tilsamans vórðu skotnar 429 harur í teimum 10 haruhagunum, sum hoyra til bygdina.
Í 20 teimum bestu haruhagunum í Føroyum vórðu skotnar tilsaman 1.693 harur, sum er 31% av samlaðu veiðuni í 2012. Í 2012 var fyrstu ferð, at teir skutu harur í Hesti. Teir vóru tveir túrar, og fingu tilsamans 25 harur.
Fyrsta leygardag í harutíðini vórðu skotnar tilsaman 831 harur í 61 høgum kring landið. Hetta er 19% av samlaðu haruveiðini, og 11% av túratalinum. Seinasta dag vórðu skotnar tilsamans 628 haru í 95 høgum.
Yvirlitið byggir á úrslit frá 649 einstøkum harutúrum, sum vórðu gjørdir í 199 ymiskum hagapørtum í 68 bygdum í Føroyum. Upplýsingarnir eru fingnir til vega frá tilsamans 183 ymiskum heimildarfólkum kring landið.Innsavningin av veiðitølunum í hesi frágreiðingini byggir á upplýsingar, sum eru fingnir frá harumonnum kring landið.
Innsavningin av veiðitølum er í størstan mun farin fram við Facebook-bólkinum “Haruskjóting í Føroyum”. Eftir at veiðitíðin var liðug, var eisini ringt til bøndur og harumenn, sum eg var vitandi um, ella hevði frætt um, høvdu skotið harur í 2012. |
Full Text (1.5 Mb) Keywords
Haruveiðan í Føroyum 2012Hunting of hare in the Faroe Islands in 2012 | KEYWORDS: Faroe Islands, hare, hunting, Lepus timidu |
|
|
Laxalús lúsasex lúsavinna Salmon Louse Procreation Industry |
| Hóraldur Joensen |
| NVDrit 2013:05 pp. 1-14, 2013 |
| Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Review |
Abstract
Laxalús lúsasex lúsavinnaSalmon Louse Procreation Industry | ABSTRACT: The salmon louse, Lepeophtheirus salmonis, is a returning nuisance and problem for the aquaculture industry. It is the most significant parasitic pathogen in salmon farming in Europe. Moreover, this ectoparasite has a great negative financial impact on salmon farms. Many different and effective parasiticides have been tried out and utilized during the years. However, resistance is likely to develop due to prolonged use of the drugs. It is therefore of paramount importance to find alternative delousing methods. The sterile insect technique, SIT, is not any novel method and its effective application to eradication of different pterygotes or winged insects has proved to be a successful modus operandi. If this sterilisation method could be developed to encompass sea lice also, the salmon farms could benefit greatly both financially and productively. However, a prerequisite for a fast and effective solution to the pest problem is a financial strong, well organized and innovative research environment. |
Abstract (Faroese)
Laxalús lúsasex lúsavinnaSalmon Louse Procreation Industry | ABSTRACT (FAROESE): Laksalúsin er ein afturvendandi trupulleiki hjá alivinnuni og avlúsingarevni og strev at beina fyri henni kostar nógvan pening. Umráðandi er at kenna laksalúsalívfrøðina eins og nøringarhátt fyri at kunna finna fram til alternativar týningarhættir. Geislagelding er ikki ókend tøkni í samband við skordýr, men er als ikki roynd í samband við laksalús. Fæst hesin lívssøringarháttur at virka, kann hann verða til mikið fíggjarligt og vinnuligt gagn. Ein fortreyt fyri skjótari loysn og menning er eitt fíggjarliga sterkt, væl samskipað og innovativt granskingarumhvørvið. Laksalúsin, Lepeophtheirus salmonis, er ein sonn plága og stór útreiðsla hjá alivinnuni her á landi eins og uttanlands. Fyri stuttum varð nevnt í luftbornu miðlunum, at kostnaðurin av at halda lakslúsini niðri á einum ikki-skaðiligum støði í føroysku alvinnuni er umleið 100 milliónir Dkr árliga. Ein varislig kostnaðarmeting, gjørd í 2010 vísti, at laksalúsatrupulleikin kostar alheimsalivinnuni umleið 2,3 milliardir Dkr um árið. Fleiri avlúsingarevni eru uppfunnin og framleidd, og granskað hevur verið nógv í smittuvandanum frá aliringum til fríar fiskavertir og øvugt. Men higartil er eingin varandi loysn funnin uppá laksalúsatrupulleikan. |
First Page Full Text (0.4 Mb) Keywords
Laxalús lúsasex lúsavinnaSalmon Louse Procreation Industry | KEYWORDS: Laksalús geislagelding lúsakynslív lúsavinna |
|
|
Gráspurvurin - trúfasti grannin House sparrow – our trusty neighbour |
| Eyðfinn Magnussen |
| Sosialurin, nr. 43 13. apríl, 2012 |
| Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Popular Science |
Abstract (Faroese)
Gráspurvurin - trúfasti granninHouse sparrow – our trusty neighbour | ABSTRACT (FAROESE): Hóast hann hevur veingir, so heldur gráspurvurinn seg fyri tað mesta innan fyri eitt øki við einum radius uppá einans 700 m. Av teimum 2.167 gráspurvunum, sum higartil eru merktir í Føroyum, eru allar fráboðanirnar komnar aftur í Føroyum og einans tvær úr aðrari bygd enn henni, har gráspurvarnir upprunaliga vórðu merktir. Sostatt er gráspurvin er ein tann støðufastasti búfuglurin, sum er í Føroyum |
Full Text (0.4 Mb) Keywords
Gráspurvurin - trúfasti granninHouse sparrow – our trusty neighbour | KEYWORDS: House sparrow, passer domesticus |
|
|
Kennir tú botnin? Do you know the sea floor? |
| Knud Simonsen |
| Sosialurin, 33, 14-15,, 2012 |
| Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Popular Science |
Abstract
Kennir tú botnin?Do you know the sea floor? | ABSTRACT: A new bathymetry for the Faroe Shelf shows features, which are not apparent in older maps. One example is the Guttagrynnan, which is in the new maps is revealed to be a ridge, and we may also change our understanding of the ice sheet under the last ice age. The new map are a result of depth data collection during many years, including the service of the research vessel Magnus Heinasson. |
Abstract (Faroese)
Kennir tú botnin?Do you know the sea floor? | ABSTRACT (FAROESE): Nýggj botnkort vísa, at havbotnurin mangan staðni er øðrvísi enn gomlu kortini hava givið okkum eina fatan av, - eitt nú er Guttagrynnan ein ryggur, og kanska mugu vit broyta hugsan um seinastu ístíð. Nýggju kortini er úrslit av áralangari dátu innsavnan við m.ø. rannsóknarskipinum Magnusi Heinassyni. |
Full Text (0.4 Mb) Keywords
Kennir tú botnin?Do you know the sea floor? | KEYWORDS: Bathymettry, maps |
|
|
Villar plantur til matna Wild plants for food |
| Sigga Rasmussen |
| Sosialurin, 51, 14-15, 2012 |
| Written in Faroese | Subject area Science & Technology | Category Popular Science |
Abstract (Faroese)
Villar plantur til matnaWild plants for food | ABSTRACT (FAROESE): »Á landsbygd har eta tey sýrulegg og hvonn«
og tað gera tey eisini á Noma – heimsins bestu matstovu |
Full Text (0.5 Mb) Keywords
Villar plantur til matnaWild plants for food | KEYWORDS: Villar plantur |
|
|
Nordmarine Meeting - University of the Arctic An educational co-operation among universities in the Arctic region and the formation of the thematic network "Northern fisheries" |
| Svein-Ole Mikalsen, Eyðfinn Magnussen |
| NVDRit 2012:01, 2012 |
| Written in English | Subject area Science & Technology | Category Technical Report |
Full Text (0.7 Mb) Keywords
Nordmarine Meeting - University of the Arctic An educational co-operation among universities in the Arctic region and the formation of the thematic network "Northern fisheries" | KEYWORDS: Northern fisheries, hematic network, University of the Arctic |
|
|
P-wave velocity distribution in basalt flows of the Enni Formation in the Faroe Islands from refraction seismic analysis |
| Uni K. Petersen, R. James Brown, Morten S. Andersen |
| Geophysical Prospecting, doi: 10.1111/j.1365-2478.2012.01065.x, 2012 |
| Written in English | Subject area Science & Technology | Category Peer-review Paper |
Abstract
P-wave velocity distribution in basalt flows of the Enni Formation in the Faroe Islands from refraction seismic analysis | ABSTRACT: The main objective of this work is to establish the applicability of shallow surfaceseismic traveltime tomography in basalt-covered areas. A densely sampled ∼1300-m long surface seismic profile, acquired as part of the SeiFaBa project in 2003 (Japsen
et al. 2006) at Glyvursnes in the Faroe Islands, served as the basis to evaluate the performance
of the tomographic method in basalt-covered areas. The profile is centred at
a ∼700-m deep well. VP, VS and density logs, a zero-offset VSP, downhole-geophone
recordings and geological mapping in the area provided good means of control.
The inversion was performedwith facilities of the Wide Angle Reflection/Refraction
Profiling program package (Ditmar et al. 1999). We tested many inversion sequences
while varying the inversion parameters. Modelled traveltimes were verified by fullwaveform
modelling.
Typically an inversion sequence consists in several iterations that proceed until
a satisfactory solution is reached. However, in the present case with high velocity
contrasts in the subsurface we obtained the best result with two iterations: first
obtaining a smooth starting model with small traveltime residuals by inverting with
a high smoothing constraint and then inverting with the lowest possible smoothing
constraint to allow the inversion to have the full benefit of the traveltime residuals.
The tomogram gives usable velocity information for the near-surface geology in
the area but fails to reproduce the expected velocity distribution of the layered basalt
flows. Based on the analysis of the tomogram and geological mapping in the area, a
model was defined that correctly models first arrivals from both surface seismic data
and downhole-geophone data. |
Full Text (3.1 Mb) Keywords
P-wave velocity distribution in basalt flows of the Enni Formation in the Faroe Islands from refraction seismic analysis | KEYWORDS: Full waveform, Ray tracing, Shallow seismic, Tomography, Velocity analysis. |
|
|
Vikings, merchants and pirates at the top of the world: Y-chromosomal signatures of recent and ancient migrations in the Faroe Islands |
| Allison Man, Eyðfinn Magnussen, Christopher Tillquist |
| Poster, 2012 |
| Written in English | Subject area Science & Technology | Category Notes |
Abstract
Vikings, merchants and pirates at the top of the world: Y-chromosomal signatures of recent and ancient migrations in the Faroe Islands | ABSTRACT: The Faroe Islands are a small archipelago in the North Atlantic Ocean. With a current population of approximately 48,000 individuals and evidence of high levels of genetic drift, the Faroese are thought to have remained highly homogeneous since the islands were settled by Vikings around 900CE. Despite their geographic isolation, however, there is historical evidence that the Faroese experienced sporadic contact with other populations since the time of founding. Contact with Barbary pirates in the seventeenth century is documented in the Faroes; there is also the possibility of modern migrations to work in the highly productive fishery. This study set out to distinguish the signal of the original founders from later migrants. Eleven Y-chromosomal STR markers were scored for 139 Faroese males from three geographically dispersed islands. Haplotypes were analyzed using Athey's method to infer haplogroup. Median-joining networks within haplogroups were constructed to determine the phylogenetic relationships within the Faroese and between likely parental populations—Danish, Irish, and Norwegians. Dispersal patterns of individuals around Faroese haplogroups suggest different times of haplotype introduction to the islands. The most common haplogroup, R1a, consists of a large node with a tight network of neighbor haplotypes, such that 68% of individuals are one or two mutational steps away. This pattern may represent the early founder event of R1a in the Faroes. Other distributions, especially of non-Scandinavian haplotypes, document more recent introductions to the islands. The overall pattern is one of a strong founder effect followed by minor instances of later migrations. |
Full Text (2.7 Mb) Keywords
Vikings, merchants and pirates at the top of the world: Y-chromosomal signatures of recent and ancient migrations in the Faroe Islands | KEYWORDS: Y-chromosomal signatures, Faroe Islands, Origine |
|
|
The Effects of Climate and Ocean Currents on Faroe Saithe |
| Eydna í Homrum |
| NVDRit 2012:01, 2012 |
| Written in English | Subject area Science & Technology | Category Peer-review Paper |
Abstract
The Effects of Climate and Ocean Currents on Faroe Saithe | ABSTRACT: This work has been done at Faroe Marine Research Institute in Tórshavn, Faroe Islands and is the basis for the dissertation for the degree of philosophiae doctor (Ph.D.) in marine biology at the University of the Faroe Islands, where also the majority of the Ph.D. courses have been taken.
The first part of this thesis, is a list of the papers with a short summary. Paper I is published in a peer-reviewed journal. Paper II and III are submitted to peer-reviewed journals and the remaining three papers are manuscripts. Paper V was originally presented at an ICES conference during the first year of the project, and is included because the conclusions were more like questions, which have driven the work ahead since.
In the next part an introduction is given to provide a background consisting of existing knowledge on saithe, in Faroese waters and also more generally, and a brief overview over the Faroese marine ecosystem and to explain the objectives of the study. After that follows a short presentation of the datasets, on which the results of the project are based. The results and discussion have been merged. To some extent they follow distinct papers, but where themes overlap they are discussed. In the end of the discussion there is a section that discusses some of the findings in relation to management of saithe. Finally, there are two sections with the main findings of the Ph.D.-project and proposed future research.
After that Papers I-VI follow. |
Abstract (Faroese)
The Effects of Climate and Ocean Currents on Faroe Saithe | ABSTRACT (FAROESE): Føroyskur samandráttur
Upsi verður fiskaður víða um í Norðuratlantshavinum, og her við Føroyar hevur upsin seinnu árini landsbúskaparliga havt minst líka stóran týdning sum toskurin, sum annars søguliga hevur verið tann botnfiskurin, sum hevur havt størst týdning fyri føroyingar. Árligu landingarnar av upsa hava ligið millum 20 og 60 túsund tons síðstu hálvu øldina, og sveiggini í landingum spegla í stóran mun, at upsastovnsstøddin er skiftandi. Síðan sekstiárini hevur Havstovan gjørt stovnsmetingar av upsa, og í hesum tíðarskeiði er stovnsstøddin vaksin og minkað í trimum tíðarskeiðum, sum vara eini 20 ár hvørt. Seinnu árini hevur nógv verið granskað í sambandinum millum umhvørvi og fiskastovnar, og til dømis hevur verið ávíst, at gróðurin á innaru økjunum á Landgrunninum stýrir bæði tilgongd og vøkstri hjá toski og hýsu. Eisini er funnið út av, at svartkjaftastovnurin í stóran mun verður ávirkaður av fysiskum broytingum í havstreymunum kring okkum – tann sonevndi subpolari meldurin.
Upsastovnsstøddin vísir eitt tíðarmynstur, sum líkist nógv gongdini í subpolara meldrinum, og henda verkætlan varð sett í gongd til tess at kanna, um vit kunnu finna nøkur sambond millum fysiska umhvørvið og lívfrøðina hjá upsa undir Føroyum.
Høvuðsúrslit
Upsi gýtir í februar-marts mánaði eystanfyri. Vøksturin fyri kvenn- og kallfiskar líkist nógv, men kvennfiskar kynsbúnast eitt ár seinni enn kallfiskar. Helvtin av kvennfiskunum er kynsbúgvin, tá upsin er um 6 ára aldur. Tá eru kvennfiskarnar um 60 cm til longdar. Høvuðsføðin hjá føroyskum upsa er svartkjaftur, hvítingsbróðir, krill og nebbasild. Fyri ungan upsa eru hvítingsbróðir, nebbasild og krill týdningarmest, meðan svartkjafturin fær størri týdning, sum upsin veksur og flytur longri út á Landgrunnin.
Tilgongdin av trý ára gomlum upsa til stovnin er knýtt at gróðrinum inni á Landgrunninum, men sterkari samband varð funnið millum upsatilgongd og nøgdina av nebbasilda- og hvítingsbróðuryngli í junimánaði í árunum undan tilgongdini, tvs tá seiðurin var 1-2 ára gamal. Hinvegin var eisini eitt veikt samband funnið millum tilgongd og heitari umstøður í ytru økjunum á Landgrunninum, tá subpolari meldurin er lítil. Ábendingar eru um, at ein javnvág á føroyska landgrunninum er broytt síðan mitt í farnu øld. Áðrenn 1970 vóru toska- og hýsustovnarnir lutfalsliga nógv størri samanborið við upsastovnin, og nebbasild var tá týðandi partur av føðini hjá toski øll árini. Seinnu árini er upsastovnurin vorðin væl størri, og nebbasild er nú einans vanlig toskaføði fá ár á rað. Samlaða náttúrliga framleiðslan av toski, hýsu og upsa tykist tó fylgja væl gróðrinum, sum er á teimum innaru økjunum á Landgrunninum. Hetta bendir á, at sambandið millum tilgongd hjá upsa og subpolara meldurin (umstøður á ytru leiðum á Landgrunninum) ikki er veruligt, og at gróðurin í innaru økjunum á Landgrunninum hevur størri týdning fyri tilgongdina hjá upsa.
Samstundis sum upsastovnurin er skiftandi í stødd, so vera einstøku fiskarnir smærri, tá upsastovnurin er stórur. Greiðar ábendingar eru um, at talan er um tættleikatengdan vøkstur, serliga fyri 3-6 ára gamlan upsa, soleiðis at talið av upsa er avgerandi fyri, hvussu stórir einstøku fiskarnir verða. Fyri elsta fiskin var vøksturin tó óávirkaður av stovnsstødd.
Upsi er ferðandi fiskur, men merkingarroyndir av upsa í eystara parti av Norðuratlantshavi vísa, at munur er á ferðingini hjá upsa í kanningarøkjunum. T.d. verður sera lítil útferðing funnin úr íslendskum øki (minni enn 1%), meðan eini 40% av vaksna føroyska upsanum verða fingin aftur uttan fyri føroyskt øki – størri parturin í íslendskum sjógvi. Vaksin upsi, merktur í Noregi, varð afturfingin uttan fyri europeiska landgrunnin í 7% av førunum. Upsi ferðast longri, jú størri hann er, upp til eina stødd á umleið 60 cm; tá upsin er størri enn 60 cm heldur ferðingin sær á sama støði.
Tá upsi er 5-7 ára gamal, byrja størstu upsarnir í hvørjum aldursbólki eitt árligt ferðingarmynstur. Í gýtingartíðini finnast allir støddarbólkar saman, men móti sumri fækkast størstu fiskarnir í hesum aldursbólkum. Longdin, har henda fráferðing byrjar at síggjast, svarar til longdina, tá upsin byrjar at verða kynsbúgvin, og tí kann hugsast, at her er talan um eina árliga ferðing millum gýtingarøki um veturin og føðiøki um summarið. Hesar niðurstøðurnar um árliga ferðing, sum eru grundaðar á broytingar í longdarbýtunum, verða stuðlaðar av gomlum merkingarroyndum. Merkingarroyndirnar vísa, at upsi, sum er merktur á Landgrunninum, ofta verður afturfingin í Íslandi um summarið, meðan bara fáir fiskar verða afturfingnir í Íslandi í gýtingartíðini.
Eitt modell var roynt, til at gera eina stovnsmeting av upsa, sum tók atlit til ferðing (vanligar stovnsmetingar taka ikki atlit til ferðing). Stovnsmetingin vísti, at gongdin í stovnsstøddini og fiskideyðanum frá vanligu stovnsmetingunum neyvan ávirkast nógv av ferðing, men at nøgdirnar og fiskitrýstið tó verða undirmett nakað.
Niðurstøður
Betraðu umstøðurnar, sum eru í okkara øki, tá subpolari meldurin viknar, vóru upprunaliga væntaðar at vera atvoldin til, at upsastovnurin økist júst tá. Sum verkætlanin er liðin, hava vit ikki funnið nógvan stuðul til hesa hypotesu – tó so, øktu nøgdirnar av svartkjafti, tá meldurin er veikur, eru vaksna upsanum til gagns. Tað er heldur gróðurin í innaru økjunum á Landgrunninum, sum hevur størstu ávirkan á føroyska upsan. Tá gróðurin er góður, økist tilgongdin til upsastovnin. Tá stovnurin so økist, vaksa einstøku fiskarnir seinni, og hetta ávirkar aftur ferðingarmynstrið. Tó at vit enn ikki kenna smálutirnar, týðir nógv soleiðis á, at skiftandi veðurlag gjøgnum gróður hevur stóra ávirkan á føroyska upsan.
Eisini er staðfest ein munandi ferðing hjá stórum upsa úr føroyskum øki. Henda ferðing kollveltir tó ikki niðurstøðurnar frá vanligu stovnsmetingunum, har tað ikki verður roknað við nakrari ferðing. |
Full Text (12.0 Mb) Keywords
The Effects of Climate and Ocean Currents on Faroe Saithe | KEYWORDS: Marine biology, saithe, ecosystem, growth, maturation, diet, distribution, migration, Pollachius virens, |
|
|
Opacity in Finnish Opacity in Finnish |
| Hjalmar P. Petersen |
| Bókmentaljós, ritsj. M. Marnersdóttir; Føroya Fróðskaparfelag: Tórshavn. bls. 294-300. [rætt útgáva fæst frá høvundanum].2006., 2012 |
| Written in English | Subject area Humanities | Category Education Material |
Abstract (Faroese)
Opacity in FinnishOpacity in Finnish | ABSTRACT (FAROESE): Eg fari her at vísa á, at tað, við at nýta Optimality Theory, ber til at mynda tað, sum í klassiskari, generativari málgransking verður rópt eitt millumliggjandi lag. Hetta verður gjørt við at nýta. Sympathy Theory, og verður hetta víst við dømum úr finskum. |
Full Text (0.0 Mb) Keywords
Opacity in FinnishOpacity in Finnish | KEYWORDS: Opacity, Finnish, Optimality Theory, Sympathy Theory, opasitetur, finskt, optimality teori, sympati teori |
|
|
|
1-10 Next (Total 369) |