Leys størv
Upptøka 2012
Umsóknarfreist
Freistin at søkja inn til lestur er 2. juli 2012. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi hósdagin 12. juli 2012. Játtan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 6. august 2012
Eftir ætlan byrja lesandi á Føroyamálsdeildini mánadagin 3. september 2012
Umsóknarblað
Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2012. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út
Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo
Sí eisini annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.
Upptøkutreytin
Upptøkutreytin fyri upptøku at lesa føroyskt á Føroyamálsdeildini er, at umsøkjari hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv. Harumframt eru fylgjandi krøv til at lesa føroyskt:
- góður karakterur í føroyskum á A stigi. Harumframt krevst B stig í donskum og enskum.
Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri.