Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Talgildu søvnini

Í 2007 var ferð sett á talgildina á Føroyamálsdeildini. Verkætlanin byrjar við eini foranalysu, sum hevur verið grundarlag undir arbeiðinum.

Endamálið við talgilding er í tveimum. Partvís at varðveita tilfar, ið annars ferst við tíðini, og í øðrum lagi, at gera hetta tilfar atkomuligt fyri áhugaði. 

Søvnini á Føroyamálsdeildini verða talgild á ymsar mátar.

Bandasavnið
Skrásetingin á bandasavninum er flutt frá pappír í teldu, og upptøkurnar vera í løtuni talgildar.

Staðanavn
Staðanøvn verða í løtuni skrásett í teldu. Tvær stórar innsavningar eru tøkar í dátugrunni. Hesar eru innsavningarnar hjá Staðanavnasavni Føroya Løgtings og Institut for Navneforskning.

Orðaseðlasavn
Orðaseðlarnir eru skannaðir og verða nú skrásettir í einum forriti, sum er gjørt til endamálið.

Handritasavnið
Handritasavnið er ikki talgilt enn. Ætlanin er at fáa skrásetingina talgildaða í 2013.

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult