Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Bandasavnið

Bandasavnið er eitt savn av voxrullum, spolabondum og kassettubondum. Tilfarið inniheldur fólkaminnistilfar, fólkatrúgv og fólkasiðir. Haraftrat er eisini tilfar við kvøðing, sangi, frásagnum um arbeiði, staðanøvn o.s.fr.

Annað málsligt tilfar er eisini í bandasavninum. Til dømis tilfar til gransking av skaldskapi, frásagnarlist, bygdarmálum, staðanøvnum, orðfeingi, orðatøkum og øðrum.

Mortan Nolsøe, professari, 1924-87, grundaði savnið við teimum bondum, hann hevði savnað, áðrenn hann kom á Føroyamálsdeildina at arbeiða. Hann helt á at savna alla sína tíð á deildini og fekk onnur bandasøvn til vega.  Eitt nú øll bond við føroyskum upptøkum, sum vóru á Dansk Folkemindesamling. Seinri eru øll bondini, sum Danmarks Radio hevði við føroyskum sendingum, komin í savnið.

Seinast eru staðanøvn savnað og tikin upp á band um alt landið í sambandi við, at føroyakort er givið út av nýggjum. Nakað av bondum hevur savnið fingið frá fólki kring um landið, sum tey hava sjálvi tikið upp, og fólk lata framvegis savninum bond.

Í Bandasavninum eru stívliga 2.100 spolabond og eini 100 kassettubond. Voxrullurnar eru allar spældar á bond. Spolabondini eru í miðal ein tíma til longdar. Bondini eru øll telduskrásett, so hvørt tey eru upptikin, og innihaldið skipað í evnisbólkar. Upptøkurnar umboða meginpartin av føroyskum bygdamálum, og arbeiðið við at skráseta bygd fyri bygd er dagført.

 

Málførasavn

Eitt serligt og sjálvstøðugt málførasavn hevur Føroyamálsdeildin ikki, men á bondunum í bandasavninum hjá deildini liggur stórt og virðismikið keldutilfar til gransking av føroyskum talumáli og bygdamálum, sum tey flestu eru umboðað í savninum. Ein serlig skráseting av heimildarfólkunum er gjørd, skipað eftir bygdum.

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult