Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Útbúgvingar á Føroyamálsdeildini

Á Føroyamálsdeildini ber til at taka bæði Bachelor (BA) og Master (MA) í føroyskum máli og bókmentum. Eisini ber til at taka hjánám og høvuðsgrein. Studentur, ið hevur staðið BA-prógv í føroyskum kann søkja um upptøku á MA-námi.

Lestur

Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum. Eingin annar stovnur í heiminum hevur hetta starv um hendur. Tí miðar Føroyamálsdeildin eftir at fremja gransking á altjóða stigi og at bjóða fram dygdargóðar útbúgvingar á BA- og MA-­stigi. Umframt føroyskt mál og føroyskar bókmentir veita námini innlit í bókmentir og mál í hinum Norðurlondunum.

Støðið undir námunum á deildini er gransking í føroyskum máli og bókmentum. Hon verður útint úr somu vísindaligu sjónar­hornum og við somu háttaløgum sum hugvísindalig mál- og bókmentagransking yvirhøvur nýtir.

Námini í føroyskum hava serstøðu sum nám í móðurmálinum. Studentarnir læra vísindalig háttaløg, ástøði og søguligu bakgrundina hjá tí, sum teir longu duga og kanska halda seg vita tað mesta um, nevniliga munnligt og skrivligt føroyskt, føroyskar bókmentir og mentan.

Útbúgvingarnar leggja høvuðsdentin á føroyskt mál og føroyskar bókmentir frá elstu tíð til okkara dagar og sýna samband teirra við søguna og mentanina sum heild. Námsgreinin skal eisini lýsa støðu teirra í millumtjóða sjónarringi við atliti fyrst og fremst at norðurlendskum málum og bókmentum.

Lestur á Føroyamálsdeildini er at rokna sum fulltíðarstarv. Undirvíst verður á ymsan hátt: fyrilestrar, studentaframløgur, skrivligar venjingar og uppgávur, orðaskifti í bólkum og flokki, seminar og leiðbeining.

Føroyamálsdeildin bjóðar umframt BA- og MA-nám í føroyskum eisini høvuðsgrein og hjánám. Eftir serligum treytum ber til at lúka granskaraútbúgving, ph.d., á deildini í málsligum ella bókmentaligum evni.

Samband
Føroyamálsdeildin
V. U. Hammershaimbs gøtu 16
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352520
Faks: +298 352501
fmd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult