Leys størv
Masterútbúgving - MA í føroyskum máli og bókmentum
MA í føroyskum er samansett av lestrarevnum og MA-ritgerð. Lestrarevnini telja 80 námsstig, ritgerðin 40 námsstig. Lærarar á deildini og gestalærarar bjóða fram lestrarevni, sum studentarnir velja ímillum.
MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á hægri skúlum, miðnámsskúlum og læraraskúla. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú fjølmiðlunum.
Frá 2013 er lagt aftrat upptøkukrøvunum: "Treyt fyri upptøku er BA-prógv við góðum úrsliti."
Námsskipanir 2010, BA og MA - GG Frá 2011 eru treytirnar fyri upptøku broyttar.
MA-nám
MA-nám tekur 2 ár (120 námsstig). Staðið MA-prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA Lokið MA-prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir Ph.D.-nám. MA-nám á Føroyamálsdeildini eru tvinnanda: Samansett MA og MA í føroyskum.
Samansett MA
Samansett MA tekur 5 ½ ár (330 námsstig). Hetta er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði:
Høvuðsgrein
- BA-prógv, 3 ársverk (180 námsstig)
- Høvuðsritgerð, ½ ársverk (30 námsstig)
- Hjánám, 2 ársverk (120 námsstig) í øðrum faki. (Hjánám í føroyskum = støðisnám).
- Námsfrøði: Námsfrøðiligt skeið, sum setanarmyndugleikin (Mentamálaráðið ella skúlin, ið er starvssettur skipar fyri).
Í samansettum MA kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjánám. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í 2 lærugreinum í miðnámsskúlunum.