Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Fróðskaparrit

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan allar vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. Í røðini eru higartil komnar 59 bøkur. Næsta bókin kemur væntandi í november 2012.

Fróðskapur hevur tikið yvir útgávuna av Fróðskaparritum frá Føroya Fróðskaparfelag, sum við dyggum stuðli frá Mentannargrunni Landsins gav út Fróðskaparrit frá 1952 til 2004.

Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit, kanst tú seta teg í samband við annan av ritstjórunum:

Dorete Bloch doreteb(at)savn.fo ella Elin Súsanna Jacobsen elinsj(at)gmail.com  

Høvundaleiðbeining til Fróðskaparrit er her

Hevur tú hug at halda Fróðskaparrit, kanst tú senda ein teldupost til bms(at)bms.fo

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult