Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
SitemapPDFRSS

Virksemið hjá Fróðskapi sp/f

Fróðskapur sp/f er bókaforlag, ið Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya hava sett á stovn. Tað tók á heysti 2005 yvir bókaútgávuvirksemið, sum áhugafelagið Føroya Fróðskaparfelag hevði rikið síðan 1952. Fróðskapur heldur fram at geva út tær tríggjar bókarøðirnar: Supplementum, Fróðskaparrit og Onnur Rit. 

Hevur tú eitt handrit, hugskot til eitt handrit, sum tú heldur kundi verið givið út á Fróðskapi ella spurningar í sambandi við útgávu av vísindaligum tilfari, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anniku Sølvará, stjóra, á telefon 567803 ella frodskapur(at)setur.fo 

Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit, kanst tú seta teg í samband við annan av ritstjórunum: 
Dorete Bloch doreteb(at)ngs.fo ella Elin Súsonnu Jacobsen elinsj(at)gmail.com 

Nevnd og viðtøkur

Í nevndini fyri Fróðskap sp/f eru:

Andras M. Mortesen, nevndarformaður
Anfinnur Johansen, næstformaður
Annika Sølvará, nevndarlimur. Hon er eisini stjóri.

Viðtøkur frá 15.9.2005
Starvsskipan frá 15.9.2005
Stovningarsamtykt 15.9.2005

 

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult