Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Gransking

Granskingin á Fróðskaparsetri Føroya hevur til endamáls alsamt at menna vitanarstøðið á Setrinum og í landinum sum heild. Hetta verður gjørt á so nógvum økjum sum tað fakliga og fíggjarliga letur seg gera í samanrenning við áhugamál landsins, tá talan er um vitanarmenning og nýskapan.

Fróðskaparsetrið er granskingar- og undirvísingarstovnur við vísindaligum starvsfólkum við somu fakligu krøvum til hægri undirvísing og gransking, sum verða sett til universitetslærarar við onnur norðurlendsk universitet.

Umframt fólk í føstum starvi eru adjungeraðir granskarar við starvi á øðrum granskingarstovnum í og uttan fyri Føroyar knýttir at Setrinum. Harumframt eru bæði Ph.D-lesandi og Post Doc-granskarar knýttir at Setrinum.

Granskarar á Setrinum hava nógv verkætlanarsamstarv við starvsfelagar á øðrum granskingarstovnum í Føroyum, á útlendskum granskingarstovnum og universitetum.

Gransking á Námsvísindadeildini

Høvuðsgranskingarøkini á Námsvísindadeildini eru í náms- og undirvísingarfrøði. Serligar granskingarverkætlanir eru í lesing og lesiførleika hjá skúlabørnum og í barna- og ungdómsmentan.

Gransking á Søgu- og samfelagsdeildini

Sum felagsheiti fyri granskingarstrategi Á Søgu- og samfelagsdeildini hava vit "Burðardygg samfelagsmenning í 21. øld - at stýra tí óstýriliga". Hetta valið tekur støði í tí veruleika, at allir heimurin er í eini veldugari umbroyting, eini transformasjón. Hesa tranformasjón kalla vit vanliga fyri globalisering, sum í dagligari talu merkir, at tað, ið tikið varð fyri givið í gjár, longu í dag er við at umskapast aftur. Hetta setir stórar avbjóðingar til Føroyar sum samfelag, og til søguliga og samfelagsliga gransking, ið hava til uppgávu at skipa, systematisera og endurnýggja samfelagsliga vitan. Tí yvirskriftina “at stýra tí óstýriliga”.

Gransking á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Gransking er nýtt virksemi á Sjúkrarøktarfrøðideilini, sum enn ikki hevur so langa akademiska traditión. Tó verða gransking og menning raðfest høgt á Sjúkrarøktarfrøðideildini og er ein partar av yvirskipaðu strategiini. Tað er ógvuliga umráðandi, at bæði undirvísarar og lesandi geva sítt ískoyti til, at vitanin, sum verður brúkt í útbúgvingini, er grundað á nýggjastu granskingar- og menningarúrslit.

Gjølligari kunning um granskingina

Gransking á Náttúruvísindadeildini

Á Náttúruvísindadeildini (NVD) verður granskað í náttúruvísindaligum og tøknifrøðiligum evnum. Meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í samstarvi við onnur granskingarumhvørvi, bæði í Føroyum og í útlondum.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult