Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Frændafundir

Frændafundur er navnið á rannsóknarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, sum rektaraavtala varð gjørd um í 1990. Triðja hvørt ár heldur samstarvið tvørfakliga ráðstevnu, aðra hvørja ferð í hvørjum landinum, og bók verður útgivin frá hvørjari ráðstevnu. Samstarvið er skipað við nevnd í báðum londunum.

Í íslendsku nevndini eru Ingi Sigurðsson (form.), Dagný Kristjánsdóttir, Magnús Snædal, Auður Hauksdóttir, Hjalti Hugason og María Garðarsdóttir.

Í føroysku nevndini sita Turið Sigurðardóttir (form.), Anfinnur Johansen, Malan Marnersdóttir, Jonhard Mikkelsen, Lena Reinert og Jóhan Hendrik W. Poulsen.

Innihaldsyvirlit yvir Frændafundir 1-6 1993-2008

Føroyskir høvundar eru skipaðir eftir eftirnavni, íslendskir eftir fornavni. 

Evnini eru býtt í hesar bólkar:

Bókmentir/Bókmenntir
Týðingar/Þýðingar
Mál (Málfrøði/Málfræði, Navnafrøði/Nafnafræði, Orðafelli/Orðatiltæki, Mál og samfelag/Mál og Þjóðfélag)
Leiklist
Myndlist
Tónlist
Mentan/menning
Handarbeiði/Handiðja
Søga/Saga
Átrúnaður/Trúmál
samfelag/Þjóðfélag
Búskapur og vinnulív/Fjármál og atvinnulíf
Havfrøði og fiskifrøði/Haffræði og sjávarlíffræði

Styttingar

FF1= Frændafundur 1, Reykjavík ´93
FF2= Frændafundur 2, Tórshavn ´97
FF3= Frændafundur 3, Reykjavík ´00
FF4= Frændafundur 4, Smátjóðarmentan í altjóðasamfelagi, Tórshavn ´02
FF5= Frændafundur 5, Tórshavn ´06
FF6= Frændafundur 6, Tórshavn ´08

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult