Gransking á Setrinum

Síðani Fróðskaparsetrið varð sett á stovn í 1965, hevur eitt fjøltáttað granskingarvirksemi verið á Setrinum, ofta í samstarvi serliga við vísindafólk og leiðarar fyri granskingarstovnarnar  í Føroyum. Samstarv hevur eisini verið við vísindafólk á útlendskum stovnum, serliga á universitetunum í næstu grannalondunum. Hesi fólk hava havt stóran lut í undirvísingini, próvdømingini og vísindaligu metingunum á Fróðskaparsetrinum, samstundis sum vísindafólk okkara og á øðrum stovnum hava arbeitt neyvt saman um granskingarverkætlanir. Eisini okkara vísindafólk hava undirvíst, próvdømt og mett aðra staðni.

Hendan skipan er av alstórum týdning fyri at tryggja, at virksemið á Fróðskaparsetrinum er á sama stigi sum á øðrum universitetum í londunum kring okkum. Við at virka hjá hvør øðrum fer ein jøvn góðskutrygging og eftirmeting fram, bæði av samlaða virkseminum hjá stovninum og av arbeiðinum hjá hvørjum vísindafólki sær.

Trýst á leinkini til høgru fyri at fáa neyvari upplýsingar um granskingina, sum fer fram á teim fimm deildunum á Setrinum.