Gransking

á Føroyamálsdeildini

Gransking á Føroyamálsdeildini er málgransking og bókmentagransking. Granskingin er støðið undir útbúgvingunum og verður útint úr somu vísindaligu sjónarhornum og við somu háttaløgum sum hugvísindalig mál- og bókmentagransking yvirhøvur nýtir.

Umframt evnisøki og verkætlanir, samstarva granskarar við granskarar aðrastaðni, bæði í styttri verkætlanum og føstum samstarvi við ráðstevnum og fundum, sum leggja útgávur og innlit eftir seg.

Á Føroyamálsdeildini eru:

  • 2 bókmentafrøðingar
  • 1 granskari í munnmentum
  • 4 málfrøðingar
  • 3 ph.d.-studentar
  • 4 granskingarhjálparar

Anfinnur Johansen

  • Málsøga
  • Navnafrøði
  • Orðabókafrøði

Bergur D. Hansen

  • Ferðafrásagnir
  • Tekstsløg í broyting
  • Ritverk K.O. Viderøs
  • Nútíðar yrkingar í Føroyum og Norðurlondum - Norlyr

Eyðun Andreassen

  • Munnlig frásøgulist. Sagnir, ævintýr v.m.
  • Kvæðir og kvøðing. Arbeiðir við óprentaðum kvæðauppskriftum
  • Fjølmiðlasøga

Hjalmar P. Petersen

  • Mynsturmállæra
  • Málvariatión og málbroyting
  • Setningafrøði
  • Tvímæli og málamót
  • Málføri

Jógvan í Lon Jacobsen

  • Málsøga
  • Málfrøði
  • Samfelagsmálvísindi
  • Purisma
  • Málhugburður
  • Orðabókafrøði
  • Yrkisorðafrøði
  • Málnormering

Kristin Magnussen

  • Staðarnøvn
  • Málfrøði
  • Navnafrøði
  • Verkætlanin Føroysk gøtunøvn – ein partur av føroysku staðarnøvnunum.

Malan Marnersdóttir

  • Verkætlanin Føroysk bókmentasøga
  • Bókmentalig postkolonialisma
  • Verkætlan "Det ny Nordatlanten"

Sissal M. Rasmussen

  • Máltøka
  • PhD-verkætlan Máltøka hjá føroyskum børnum

Turið Sigurðardóttir

  • Týðingarfrøði
  • Nútíðarskaldskapur
  • Verkætlanin Føroysk bókmentasøga

Zakaris S. Hansen

  • Orðabókafrøði
  • Setningafrøði
  • Málnýtslufrøði
  • Dagføring av Føroyskari-danskari orðabók
  • Ph.d.-verkætlan: Søgulig og samtíðarlig lýsing av setningafrøðiligum og morfologiskum broytingum í føroyskum