Gransking

á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Gransking og menning eru partar av arbeiðinum á Sjúkrarøktarfrøðdeildini. Hetta er týðandi liður í at veita granskingargrundaða útbúgving og tryggja, at nýggjasta vitan verður brúkt í undirvísingini.

Innan sjúkrarøktarfrøði verður dentur lagdur á at styrkja samstarvið við kliniska praksis og at lesandi so hvørt taka lut í granskingar- og menningarverkætlanum.

Granskingin á Sjúkrarøktarfrøðideildini fevnir um sjúkrarøktarfrøði, fólkaheilsu og heilsuvísindi annars í breiðum týdningi.