Gransking

á Søgu- og samfelagsdeildini

Støðið undir granskingini á Søgu- og samfelagsdeildini

Granskingin á Søgu- og samfelagsdeildini tekur støði í spurninginum, hvussu skapa vit einar kappingarførar Føroyar í  21.øld. Vit leggja dentin á:

  • Vinnuligu møguleikarnir, har tørvur er á at skapa nýggjar vinnuvegir, eitt nú innan tænastur og orku.
  • Burðardygt samfelag, tvs dentin á at læra um flyting, fólkasamanseting og útbúgvingarvegir.
  • Sosialur tryggleiki, har dentur er á, hvussu okkara politiska skipan og stovnar virka og mennast.
  • Søguligu tilvitanina, har vit av egnum royndum læra at taka á okkum tær avbjóðingar sum globaliseringin setur.

Í løtuni eru fimm Ph.D verkætlanir heilt ella lutvíst knýttar at Søgu og Samfelagsdeildini. Tær snúgva seg um fiskidagaskipanina, fátækradømi, fráflyting, talufrælsi og átrúnaður og um amtmann Pløyen sum samfelagsmennara. Les meira um hesar verkætlanir HER.

Søgu- og samfelagsdeildin er samansett av fakfólkum innan búskaparfrøði, samfelagsvísindi, søgu og lóg, har serligur dentur verður lagdur á tvørvísindaliga og praksisorienteraða gransking. Samstarv við aðrar mentanarstovnar og onnur fakøki innan- og uttanseturs hevur eisini stóran týdning, hetta fyri at tryggja opinleika og nýskapan í okkara arbeiði.

Vit síggja Føroyar sum okkara vísindaliga laboratorium, har tær avbjóðingar, vit taka upp, eru nakað, vit sjálvi, aðrar smátjóðir eins væl og størri samfeløg, kunnu læra nakað av. Tí vil gransking við støði í føroyskum avbjóðingum hava okkara serliga áhuga, tað er her, vit kunnu gerast serliga dugnalig, men uttan at missa týdningin av tí komparativa og samanberiliga annars.

Okkara vísindaliga tilgongd

Sum felagsheiti fyri okkara granskingarstrategi, hava vit "Burðardygg samfelagsmenning í 21. øld - at stýra tí óstýriliga".

Hetta valið tekur støði í tí veruleika, at allur heimurin er í eini veldugari umbroyting, eini transformasjón. Hesa tranformasjón kalla vit vanliga fyri altjóðagerð ella globalisering, sum í dagligari talu merkir, at tað, ið tikið varð fyri givið í gjár, longu í dag er við at umskapast aftur.

Hetta setir stórar avbjóðingar til Føroyar sum samfelag, og til søguliga og samfelagsliga gransking, ið hava til uppgávu at skipa, systematisera og endurnýggja samfelagsliga vitan. Tí yvirskriftina “at stýra tí óstýriliga”.

Einar kappingarførar Føroyar

Tá  tann vinnuligi, sosiali, mentanarligi og politiski veruleikin grundleggjandi er í ferð við at umskapast, liggur stóra samfelagsliga avbjóðingin í, hvussu tað skapast einar kappingarførar Føroyar.

Kappingarføri skal her skiljast í einum breiðum høpi, við fylgjandi avbjóðingum: Tær vinnuligu avbjóðingarnar, tí vit vita, at tá tradisjonellu vinnurnar krevja alt færri hendur, er tørvur á at skapa nýggjar vinnuvegir, har gransking spælir ein týðandi leiklut. Í øðrum lagi er fráflytingin av serliga ungum fólki og kvinnum, ein skeiv fólkasamanseting, og eitt ov lágt útbúgvingarstøði, stórar forðingar fyri at røkka einum burðardyggum samfelagi, vinnuliga, politiskt og sosialt. Í triðja lagi hava okkara institusjónir og teirra virki stóran týdning fyri effektivitet, identitet og sosialan tryggleiki. Í fjórða lagi setur hetta krøv til menning av okkara søgu, máli og mentan.

Vitan um hesi øki vil vera við til at gera føroyska samfelagið ført fyri at taka á seg avbjóðingina, sum globaliseringin setur, t.d. at menna vitanarvinnur, endurnýggja okkara institusjónir at gagnnýta varandi orkukeldur.

Okkara granskingarevni kunnu býtast upp í 3 evnisøkir, sum lýst verður niðanfyri.

Evnisøki 1: Tilfeingi, umhvørvi og nýskapan:

Føroyska samfelagið skal nógv ár framyvir liva av tilfeinginum úr havinum. Men umstøðurnar fyri, hvussu hetta tilfeingið verður troytt á skynsamasta hátt, broytast alsamt. Samstundis eru aðrar vinnur, sum fáa alsamt størri týdning fyri møguleikum okkara í framtíðini, herundir alivinnan, supplyvinnan og ferðavinnan. Eisini eru spírar lagdir til menning av nýggjum kreativum vinnum og upplivingarvinnum, eitt nú festivalar, náttúruupplivingar, design, leiklist og matur. Hendan gondin hevur eisini  nýggjar avbjóðingar við sær, ikki minst í mun til skynsama røkt av náttúru og umhvørvi,  og hvussu neyðuga nýskapanin innan hesi økini fær gróðrarbotn og samfelagsligt kjølfesti.

Innan hetta tema kunnu orðast fylgjandi granskingarevni:

  • burðardygg vinna
  • veðurlag og orka
  • matvørur
  • ferðing, uppliving og kreativitetur

Evnisøki 2: Fólkaræði, umsiting og vælferð:

Grundarlagið undir einum burðardyggum og kappingarførum samfelagi er eitt vælvirkandi demokrati og hvussu vit umsita hetta og tess almennu ognir og tænastur.

Eisini hesi viðurskifti eru undir grundleggjandi broyting. Innanlandis eru stór krøv til vælferðar og almennar tænastur annars (skúli, heilsa, trygd), bæði tá tað kemur til útboð eins og til rationella stýring av hesum. Ein nýggj geopolitisk støða er við at taka skap, sum gevur nýggjar møguleikar, ikki minst í arktiska samstarvinum, men setir eisini stór krøv til okkara førleikar at umsita hesar broytingar við trygd, tryggleika og burðardygd, á landi, í luftini og í og á havinum.

Innan hetta tema kunnu orðast fylgjandi granskingarevni:

  • almennur búskapur
  • almenn tænasta og vælferð
  • altjóða samstarv og trygd
  • politikkur, politisk skipan 
  • politisk mentan

Evnisøki 3: Identitetur, mobilitetur og samskifti:

Føroyar broytast almikið í síni bústaðarligu, sosialu og mentanarligu samanseting. Alsamt øktur mobilitetur (flyting),  nýggir formar fyri samskifti og samskiftistøkni, nýggj familju, livi- og bústaðarmynstur, eru bara nøkur dømi um, at okkara sosiala og mentanarliga burðardygd broytist og tekur nýtt skap. Harvið skapast nýggir formar fyri identiteti (t.e. “hvørji eru vit”), og nýggir mátar fyri samfelagsins sosialu, mentanarligu og geografisku integrasjón (hvussu samfelagið er ein heild), ið aftur hava alstóran týdning fyri okkara vinnuligu og fólkaræðisligu menning.

Baksíðan av hesi gongd er, at eisini nýggir formar fyri marginalisering og ekslusjón fylgja við. Hetta setir eisini stór krøv til okkara sosialitet, t.e. okkara evni at skilja egnu kommunikasjón, sosialu interaksjón og tankaskipanir (td. vísindi, religión og mentan), herundir teirra politiska og økonomiska týdning.

Innan hetta tema kunnu tí orðast fylgjandi granskingarevni:

  • livikor, livimátar og fátækradømi
  • samskifti, samskiftismiðlar og nýggj læring
  • flyting, arbeiðsmarknaður og nýggj samvera

Granskingardepilin fyri samfelagsmenning

Partur av deildini er eisini Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. Granskingin fevnir serliga um evnini tilfeingisumsiting, samfelagsmennning í smátjóðum og vald í samfelagnum, og umbidnar verkætlanir. Depilin er partur av fleiri altjóða granskingarverkætlanum. Les meira um granskingarverkætlaninar hjá Granskingardeplinum HER.