Leys størv
Upptøka 2013
Tað er møguligt at søkja inn at lesa hesar útbúgvingar á Námsvísindadeildini:
Upptøkutreytir
Treytin fyri upptøku til læraraútbúgvingina er, at umsøkjari hevur bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsprógv.
Vikið kann verða frá hesi meginreglu, um umsøkjari hevur ognað sær samsvarandi kunnleika (t.d. gjøgnum arbeiðisroyndir, skeið og ikki skipaðan lestur). Førleikakrøvini hjá hesum umsøkjarum verða mett í hvørjum føri sær.
Umsóknarblað
Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2013. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.
Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo
Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.
Umsóknarfreistir
- Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. mars 2013 á miðnátt.
- Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2013 á miðnátt.
Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 5. august 2013.
Lestrarárið á Læraraskúlanum byrjar mánadagin 19. august 2013.