INNANSETURS

Eitt samskiftis- og kunningaramboð fyri starvsfólk og lesandi

 INNANSETURS er intranetið hjá Setrinum við innanhýsis kunning, samskiftismøguleikum og hentum amboðum til starvsfólk og lesandi.

At hava eitt intranet er ein liður í menningini av betri samskifti og kunning á Setrinum.

Innritan á INNANSETURS

Starvsfólk rita seg inn á INNANSETURS við teirra vanliga AD-innritan - tvs. tann sama sum tey innrita seg við á sína setursteldu.

Lesandi rita seg inn á INNANSETURS við somu innritan, sum tey brúka til Office 365. Vinaliga far til síðuna um Office 365 fyri at fáa nærri kunning um, hvussu tú ritar teg inn á Office 365.

Hvar finni eg INNANSETURS?

INNANSETURS hevur sína egnu URL-adressu, sum er: http://innan.setur.fo

Ein inngongd til INNANSETURS er annars altíð at finna á forsíðuni á heimasíðu Setursins - ovast uppi undir "Innanhýsis".

Far víðari til INNANSETURS.