Studentaportalurin

Eitt sera týðandi amboð hjá lesandi

Tú sært allar upplýsingar, sum eru skrásettar um teg í próvbókini, talan er um:

  1. Grunddáta
    – so  sum navn, lestrarnummar (studentanummar), føðingardagur, kyn, bústaður, telefon, teldupostur.
  2. Útbúgving
    – tvs. hvørja útbúgving, tú ert ella hevur verið innskrivað/ur á, og nær tú ert byrjað/ur, nær tú ert liðug/ur (fyri tey, sum eru liðug), og hvussu nógv ECTS, tú hevur fingið.
  3. Stakskeið
    – tvs. stakskeið tú hevur tikið, her undir skeiðsnummur, skeiðsheiti, hvussu nógv ECTS, tú hevur fingið, nær tú ert byrjað/ur/liðugur á skeiðnum
  4. Próvtøkur
    – tvs. hvørjum skeiðum, tú hevur verið til próvtøku í, skeiðsnummar, skeiðsheiti, hvussu nógv ECTS, tú hevur fingið, um tú ert møtt/ur ella ikki, og próvtøl
  5. Uppgávur
    – tvs. hvørjar uppgávur tú hevur latið inn.
  6. Góðskrivingar
    – tvs. hvørjar góðskrivingar tú hevur fingið

Tú kanst prenta tær upplýsingarnar út á Studentaportalinum at brúka í ymiskum høpi - t.d. sum skjalprógv til útlendskar lærustovnar, um tú t.d. ert skiftislesandi, ella sum skjalprógv um lestrarvirkni í mun til Studna. Men tá skalt tú eisini hava eitt stempul á útskriftina frá Setrinum, sum tú kanst fáa á Lestrarskrivstovuni, J.C. Svabos gøta 7. Les um upplatingartíðir á Lestrarskrivstovuni HER.

Tá tú ert komin á Studentaportalin (http://studportal.setur.fo), gert tú so:

  1. Skriva títt lestrarnummar (verður eisini rópt ’studentanummar’), sum er árstalið, tú vart innskrivað á Setrinum + punktum + trý siffur aftrat.. Lestrarnummarið stendur á tínum lestrarkorti, um tú hevur fingið eitt slíkt. Minst til at skriva punktum millum árstalið og tey trý síðstu siffrini.
  2. Skriva loyniorðið (tað sama, sum verður brúkt til kopi- og prentskipanina).
  3. Hevur tú einki loyniorð, far beint til punkt 5 og fylg leiðbeiningini har fyri at fáa nýtt loyniorð.
  4. Trýst á "Rita inn".

Um tú ikki minnist títt lestrarnummar, kanst tú seta teg í samband við deildarskrivaran ella ringja til Lestrarskrivstovuna, tlf. 352511 ella skriva til lss@setur.fo og fáa tað.

Um tú hevur gloymt loyniorðið - ella einki loyniorð hevur, eru ráð fyri tí:

  1. Trýst "Gloymt loyniorð"
  2. Skriva títt studentanummar og teldupostadressuna, sum tú innskrivaði teg á Setrið við, (sum er tann, ið er skrásett í Próvbókini), umframt føðingardagin.
  3. Trýst "Send mær nýtt loyniorð"
  4. Samsvara upplýsingarnar við skrásetingarnar í Próvbókini, verður nýtt loyniorð sent við telduposti
  5. Byrja frá punkt 1 og rita inn við nýggja loyniorðinum.

Hevur tú júst fingið nýtt loyniorð sendandi – ella tað er langt síðani, at loyniorðið var broytt, verður viðmælt, at tú broytir hetta sum skjótast á Studentaportalinum.

  1. Trýst á "Broyt loyniorð" ovast á síðuni til høgru
  2. Skriva gamla loyniorðið
  3. Skriva nýggja loyniorðið
  4. Endurtak nýggja loyniorðið
  5. Trýst á "Broyt loyniorð"

GEV GÆTUR!
Nýggja loyniorðið skal hava minst átta tekn; tað skal innihalda bæði stórir og smáir stavir; tað skal innihalda tøl og/ella sertekn; tað skal IKKI innihalda føroyskar stavir; tað skal IKKI vera brúkt fyrr; og tað skal IKKI innihalda títt lestrarnummar ella partar av hesum.

Trýst á prentikonið ovast á síðuni til høgru.