NBNN og Nordkvist

Til tey, sum lesa sjúkrarøktarfrøði

NBNN stendur fyri Nordic-Baltic-Nursing-Netverk (NBNN). Sjúkrarøktarfrøðideildin er limur i NBNN og Nordkvist.

Á heimasíðuni hjá Sjúkrarøktarfrøðideildini stendur, hvørjir skúlar søkjast kann á.

Treytirnar fyri at søkja er, at 5. eind er lokin, og at lesandi hevur staðið allar próvtøkur.

Fá nærri kunning í lestrarhandbókini fyri Sjúkrarøktarfrøðideildina og frá lestrarvegleiðararnum á deildini, Johild Dulavík.