Nordliks

Fyri tey, sum lesa norðurlendsk mál og bókmentir

Nordliks - Nordisk Litteratur, Kultur og Språk - er eitt netverk hjá móðurmálsdeildunum á norðurlendsku universitetunum.

Studentar kunnu søkja Nordliks-stuðul til lestur á bachelor- og masterstigi í øllum Norðurlondum. Stuðulin er 200 evrur hvønn mánað umframt ferðastuðul, alt eftir hvagar leiðin gongur. Søkjast skal áðrenn 1. mars ella 1. oktober á hvørjum ári.

Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Berg Djurhuus Hansen, sum er føroyskur kontaktpersónur og á www.nordliks.net