North2north samstarvið

Studningur til kanningarferðir o.a. á øðrum norðurlendskum lærdum háskúlum

North2north samstarvið er liður í UArctic samtakinum, og umframt seks lærdar háskúlar úr danska ríkinum, taka lærdir háskúlar frá øðrum arktiskum londum eisini lut í samstarvsætlanini, ið leggur dent á skiftisvirksemi millum luttakandi útbúgvingarstovnarnar.

Lesandi á øllum hægri lestrarstigum kunnu søkja um stuðul (Bachelor, Master og ph.d.).

Skiftisvirksemið kann vara millum eina viku (kanningarferð, luttøka á ráðstevnu ella líknandi) og eitt heilt lestrarár (skiftislesnaður), ið leggur dent á eitt arktiskt evni.

Umboð fyri North2north á Fróðskaparsetrinum er Holger Arnbjerg.

Meira kunning um North2north samstarvið og um, hvussu ein søkir um stuðul, er at finna á www.uarctic.org/north2north.