Mentorskipan á setrinum 2016-2017

Eitt trivnaðartilboð til nýggj lesandi

Á sumri í 2016 var nýggj mentorskipan sett á stovn á Setrinum. Fyrsta árið fram til summarið 2017 er at rokna sum eitt royndarár.

Ætlanin við mentorskipanini er, at eldri lesandi eru til taks at hjálpa nýggjum lesandi, so tey skjótari kunnu koma at trívast á Setrinum.

Uppgávurnar hjá mentorunum eru í høvuðsheitum at:

  • Styrkja samleikan hjá teim lesandi á Setrinum
  • Kunna lesandi um at taka ábyrgd av egnari læring
  • Vísa lesandi á aðalreglur fyri vandamálsgrundaða, evnislagaða læring
  • Fyrireika lesandi til at skipa bólkar og til at arbeiða í bólkum
  • Stuðla lesandi í at byggja upp sosialar felagsskapir

Hetta verður gjørt við m.a. 

  • at skipa fyri trivnaðartiltøkum fyri nýggj lesandi – t.d. innleiðslutúr og felags innleiðsludag og -veitslu.
  • at skipa lesibólkar og vísa á lestrarteknik og próvtøkufyrireiking.

Les meira um endamálið við mentorskipanini við at trýsta á leinkini til høgru.