ÁMÁS - Áhugafelagið Mentanarvinir á Setrinum

Eitt felag fyri mentanar- og samfelagsáhugað lesandi og starvsfólk

Norðurlandahúsið hýsir tiltøkum av áhuga fyri ÁMÁS.

Ert tú forvitin eftir upplivingum? Og kundi tú hugsað tær bílig atgongumerki til alskyns upplivingar? So er felagið fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum – ÁMÁS – nakað fyri teg.

ÁMÁS - Áhugafelagið Mentanarvinir á Setrinum - er eitt felag fyri øll lesandi og starvsfólk á Setrinum. Felagið vendir sær til tey, sum hava áhuga í list, mentan og samfelag, og sum ynskja kunning um aktuell tiltøk, har til ber at fáa avsláttur.

Sum limur fært tú við millumbilum kunningarbrøv við tilboðum um avsláttur til aktuell tiltøk (og onkuntíð ókeypis atgongumerki). Tiltøkini kunnu vera alt frá konsertum, sjónleiki, fyrilestrum, filmi, vitjanum á søvnum, ítróttartiltøkum osfr. Einans hugflogið setir mark.

Uppskot til tiltøk, sum avsláttur ynskist til, eru vælkomin. So verður roynt at gera avtalur um hetta fyri limirnar.

Limaskapur í felagnum

Sum lesandi ella starvsfólk á Setrinum, ert tú føddur limur og fært kunningarbrøv frá felagnum, tá okkurt tilboð er um upplivingar. Men sjálvsagt ber til at strika seg sum lim, um ein ikki ynskir at fáa kunningarbrøv um tiltøk, sum avsláttur fæst til.

Samstarvsavtalur

Higartil hevur ÁMÁS gjørt samstarvsavtalur við Norðurlandahúsið, við Tjóðpall Føroya og við Reinsaríið/Perluna, og fleiri avtalur væntast at verða lagdar aftrat. Vit gleða okkum til at bjóða limunum nógvar góðar og ódýrar upplivingar framyvir.

Kunningarbrøv

Limirnir fáa við millumbilum kunningarbrøv í telduposti við tilboðum um avsláttur til aktuell tiltøk. sum kunnu vera alt frá konsertum, sjónleiki, fyrilestrum, filmi, vitjanum á søvnum, ítróttartiltøkum osfr. Einans hugflogið setir mark. Uppskot til tiltøk, sum avsláttur ynskist til, eru vælkomin. So verður roynt at gera avtalur um hetta fyri limirnar.

Hvørjar fyrimunir hava limirnir í ÁMÁS?

  • Avsláttur til ávís tiltøk, sum eru fyriskipað av stovnum ella feløgum, ið áhugafelagið hevur gjørt avtalu við
  •  Av og á ókeypis atgongd til serstøk tiltøk
  • Innbjóðing til tiltøk fyriskipað einans fyri limir o.o. innbjóðað
  • Kunningarbrøv við yvirliti yvir konsertir, sjónleikir, fyrilestrar, framsýningar og onnur tiltøk, sum tilboð um avsláttur fæst til
  • Møguleika fyri at hitta onnur, sum eisini hava áhuga í list, mentan og samfelag

Hvørjar stovnar hevur felagið avtalu um avsláttur við?

Avtala um avsláttur til limirnar í felagnum til ávís tiltøk er higartil gjørd við hesar stovnar / mentanarhús:

  • Norðurlandahúsið
  • Tjóðpall Føroya
  • Reinsaríið / Perlan

Ætlanin er at fáa avtalur við fleiri aðrar stovnar, feløg og mentanarhús eisini, sum vilja bjóða limunum í ÁMÁS tilboð um avsláttur. Uppskot eru vælkomin.

Hvat kostar tað at vera limur í ÁMÁS?

Tað er ókeypis at vera limur í felagnum.

Hvussu gerist eg limur í felagnum?

Um tú ert lesandi ella starvsfólk á Setrinum, ert tú longu føddur limur. 

GEV GÆTUR!  Um tú IKKI ynskir at vera limur í ÁMÁS, ber til at melda teg út við at trýsta á leinkið niðast í kunningarbrøvunum, sum limirnir fáa við millumbilum, so fært tú ikki fleiri kunningarbrøv frá áhugafelagnum.

Fáa limirnir eitt limakort?

Nei, men lesandi kunnu vísa sítt lestrarkort fram sum skjalprógv fyri, at tey eru lesandi á Setrinum við rætti til tann avslátturin, sum lýstur er í kunningarbrøvunum, ið limirnir fáa. Annars fáa øll á Setrinum, sum ynskja tað, javnan kunningarbrøv, har tað verða upplýst leinki til síður, har til ber at keypa atgongumerki á netinum fyri avsláttarprís.

Hvørjar reglur eru galdandi fyri limaskapin í ÁMÁS?

  • Limaskapurin í áhugafelagnum Mentanarvinir á Setrinum er persónligur. Limatilboð eru sostatt einans galdandi fyri limirnar persónliga, uttan so at annað er tilskilað í kunningarbrævinum, t.d. tilboð til pør, familjur ella onnur
  • Ókeypis atgongumerki, sum limir kunnu fáa tilboð um, kunnu ikki vekslast til reiðan pening
  • Tá einans eitt avmarkað tal av atgongumerkjum er til limirnar, so er reglan galdandi, at tey, sum biðja um atgongumerki fyrst, fáa atgongumerkini, inntil uppi er
  • Einans limir í áhugafelagnum hava rætt til at gera brúk av tilboðunum, sum limirnir fáa boð um í kunningarbrævi. Um limir misbrúka rættin við t.d. at lata øðrum sítt lestrarkort fyri at fáa avsláttur, kann limurin missa sín limaskap
  • Sum limur í áhugafelagnum góðtekur tú at taka ímóti kunningarbrøvum við tilboðum um avsláttur til ymisk tiltøk. Limir hava tó altíð rætt til at avmelda kunningarbrævið. Allar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði.
  • Limaskapurin er galdandi frá, at limurin byrjar sum lesandi ella starvsfólk á Setrinum
  • Limaskapurin er einans galdandi, so leingi limurin er lesandi á Setrinum

Tey, sum ynskja at strika seg sum limir, kunnu gera tað umvegis leinki í kunningarbrøvunum.