Ráð Teirra Lesandi

Ráð Teirra Lesandi heldur til í Fr. Petersens gøtu 9, har eisini Seturskaféin er.

Adressa:

Fr. Petersens gøta 9
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 52 22 62 (form.)
rtl(at)setur.fo

Fakta um Ráð Teirra Lesandi - eisini rópt RTL

Endamálið hjá Ráði teirra lesandi (RTL) er at umboða øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Aðalmálið er at røkja áhugamál teirra lesandi í samstarvi við setursleiðslu, undirvísarar og onnur starvsfólk á stovninum.

RTL hevur virknan leiklut í:

  • Lestrarráðunum á deildunum, sum eru ráðgevandi eindir undir dekaninum, ið millum annað umrøða útbúgvingarendamál og meta um góðsku á útbúgvingum. Lestrarráðið er mannað við undirvísarum og lesandi.
  • Akademiska ráðnum, sum er ráðgevandi eindin hjá Rektaranum. Akademiska ráðið er mannað við undirvísarum, lesandi og leiðslu. Akademiska ráðið viðger millum annað strategiskar og fíggjarligar raðfestingar.

RTL er við til:

  • At skipa fyri tiltøkum á Setrinum, millum annað innleiðsludøgum, samansjóðingartúrum saman viðvegleiðarunum og hugnaløtu í Fr. Petersens gøtu 9. Eitt nú við at skipa lestrarráðini á deildunum og saman við starvsfólkum á Setrinum at skipa fyri valinum av stýrislimi, har lesandi valdu sítt umboð í stýrið hjá Setrinum.
  • Arbeitt hevur verið við at seta eina mentorskipan í verk millum lesandi á Setrinum.
  • Seinastu árini hevur ráðið serliga arbeitt við at betra um lestrarumhvørvið. Í apríl 2014 var tann fyrsta Seturskaféin. Byrjað var við eini mini-Seturscafé í táverandi hølum okkara í Bókbindaragøtu 8. Seturcaféin var væleydnað, umleið 40 lesandi vóru á gátt. Í november 2015 flutti Seturskaféin til Fr. Petersens gøtu 9, har tað javnan hevur verið café fríggjadagar seinnapart og kvøld. Ætlanin er at halda fram við Seturkafé hvørt fríggjakvøld.
  • Arbeiðið at fáa lesandi skipað úti á deildunum heldur fram og arbeitt verður fyri, at allar deildirnar skipa hvørt sítt virkið Ráð teirra lesandi, ið arbeiðir fyri áhugamálunum hjá lesandi á teimum ymsu deildunum.
Fr. Petersens gøta 9

Ráðið heldur til í lestrarhúsinum í Fr. Petersens gøtu 9, har tað eisini eru lestrar- og bólkahøli til lesandi á Setrinum, umframt Seturskafé.

Í samlaða ráðnum situr eitt umboð og eitt eykaumboð fyri hvørja deild. Afturat hesum eru lokal ráð teirra lesandi á hvørjari deild við umleið seks umboðum.

Umboð í RTL verða vald á hvørjum ári. Næsta val av Ráði teirra lesandi verður í okt. 2017.

Umboð í RTL januar 2016 eru:

  • Silja Aldudóttir, Føroyamálsdeildin
  • Andrias Gregoriussen, Náttúruvísindadeildin
  • Hans Jakup Abrahamsen, Náttúruvísindadeildin, í farloyvi
  • Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð, Sjúkrarøktarfrøðideildin
  • Elisa Abrahamsen, Søgu- og samfelagsdeildin, eykalimur
  • Turid Christophersen, Søgu- og samfelagsdeildin, forkvinna

Lesandi eru altíð vælkomin at senda okkum sínar tankar um tað, sum Ráðið hevur gjørt gjøgnum árið, og uppskot til, hvussu Setrið kann gerast eitt enn betri stað at vera hjá lesandi. Eru ynski til betringar av ymiskum slag, sendið okkum eini boð á facebook, og vit taka tað upp við leiðsluna á Setrinum.

Send boð á facebook

Eisini ber til at senda ein teldupost til okkara. Vit svara skjótast tilber.

Ja. Hósdagin 19. desember 2013 høvdu umboð fyri lesandi av øllum deildunum fund við leiðsluna, og har varð næmingaráð fyri øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya formliga sett á stovn – navnið bleiv Ráð teirra lesandi. Reglugerðin fyri ráðið varð undirskrivað av rektaranum, Sigurð í Jákupsstovu og umboð teirra lesandi, Birnu Gaard tann 21. juni 2013. 

Reglugerð fyri Ráð teirra lesandi