Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Lestrarvegleiðing

Í miðfyrisitingini er gongd sett á arbeiðið við skipaðari vegleiðing á Setrinum. Tey, ið mynda
Vegleiðaratoymið á Setursskrivstovuni eru:

  • Holger Arnbjerg, Altjóða Skrivstovan, ið tekur sær av vegleiðing og kunning út í heim

Vegleiðaratoymið í miðfyrisitingini arbeiðir í tøttum samstarvi við vegleiðarar á deildunum.

Hesi eru:

Høvuðsuppgáva studentavegleiðarans er at vegleiða í spurningum, ið hava við lestraviðurskifti at gera. Hesi fevna m.a. um fakliga innihaldið í útbúgvingunum, námsskipan, akademiskt arbeiðslag, hvussu tann einstaki lesandi kann leggja lesturin til rættis, lestrarlív og trivnaðarspurningar. Tey vegleiða t.d. ikki um kærur ella álvarsligar persónligar ella sosialar trupulleikar. Í tílíkum føri verður víst til vegleiðingina í miðfyrisitingini á studvegl(at)setur.fo Er talan um víðari lestur í øðrum londum, verða lesandi biðin um at seta seg í samband við Altjóða Skrivstovuna á Fróðskaparsetrinum ask(at)setur.fo.

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult