Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Um Námsvísindadeildina


Meginuppgáva hjá Námsvísindadeildini er at skipa útbúgving fyri lærarar og námsfrøðingar. Umframt hetta skal stovnurin eisini fremja og menna gransking innan námsfrøði og undirvísingarfrøði og skipa fyri eftirútbúgving.

Námsvísindadeildini hevur skipað fyri læraraútbúgving síðan 1870. Fyrstu námsfrøðingarnir á Føroya læraraskúla fingu prógv í 1990.

Tá ið Føroya læraraskúli gjørdist partur av Fróðskaparsetri Føroya í 2008, vóru útbúgvingarnar broyttar. Lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar  eru nú í tveimum stigum. Fyrsta stigið er ein B.Ed. útbúgving (bachelor of education), sum tekur trý ár. Lesandi, ið vilja gerast fólkaskúlalærarar ella námsfrøðingar, skulu harafturat taka eitt fjórða ár, ið gevur yrkisførleika sum lærari ella námsfrøðingur.

Samband
Námsvísindadeildin
Frælsið 20
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 359400
Faks: +298 352501
nad(at)setur.fo
CMS::TypoConsult