Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Um deildina

Framburðir í nútíðarsamfelagnum byggja í stóran mun á gransking og hægri útbúgvingar í náttúruvísindum og tøkni. Í menningarætlanum fyri Fróðskaparsetrið hevur Náttúruvísindadeildin miðað eftir at menna fakøki innan jarðalisfrøði, kunningartøkni og lívfrøði. Í hesum sambandi vórðu nýggjar bachelor-útbúgvingar bjóðaðar í 2008 og 2010, og nýggj vísindafólk eru sett í starv til tess at menna raðfestu frøðigreinirnar.

Ein týðandi liður í mennningarætlanini er at hava Ph.D. verkætlanir í gongd, til tess at menna granskingarførleikar hjá yngri granskarum. Ein Ph.D.-verkætlan er higartil fíggjað yvir fíggjarlóg setursins. Oljufeløg við leitiloyvum við Føroyar hava higartil fíggjað 5 Ph.D.-verkætlanir og eitt post.doc.-starv á Náttúruvísindadeildini.  

Náttúruvísindadeildin húsast í Nóatúni 3 í vesturbýnum í Tórshavn. Havstovan, Vinnuháskúlin og Læraraskúlin eru nærmastu grannar. Við bili slepst niðan í Nóatún frá J.C. Svabos gøtu eftir Hornagøtu (í Hornabø), til gongu eftir gøtu frá V.U. Hammershaimbsgøtu.

 

Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352501
nvd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult