Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Veðurvánir

Í Føroyum er tað serliga Landsverk, sum ger veðurmátingar kring landi, meðan  útlenskir stovnar leggja fylgisveinamyndir av skýggjunum út á netið. Veðurvánir fyri okkara økið verður somuleiðis gjørt av fleiri útlenskum veðurstovnum, og fleiri teirra leggja hesa úrslit ókeypis út á internetið. Nakrar av veðurmátingunum og vánunum fáast við at trýsta her.

Alduvánir

Aldumátingar eru gjørdar á føroyska landgrunninum í meira enn eina fjórðingsøld, og seinni árini eru fleiri útlenskir stovnar farnir undir at gera aldukort, sum eisini fevna um føroyska landgrunnin. Seinastu árini hevur  Fróðskapsetrið ment ein háloysiligan alduvánamyndil fyri  innaru leiðirnar á Landgrunninum. Aldumátingar og alduvánir fáast við at trýsta her.

Sjóvarfall

Plottaraskipan við streymkortum og fiskimiðum, sum koyrir á vanligum teldum, vanliga nevnd HÚK skipanin, er tøk frá heimasíðuni www.mid.fo.

Streymkurvar grundaðar á einari streymmáting, sum Havstovan gjørdi á Munkagrunninum í 1981, fæst fyri fylgjandi ár (trýst á árstalið): 201220132014201520162017201820192020.

Hagfrøðikunning um sjóvarfalsrákið og alduhædd, sum er grundað á úrslit frá teldusimuleringum, eru tøk frá heimasíðuni www.streymkort.fo.

Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352501
nvd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult