Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini

Á Náttúruvísindadeildini ber til at taka bachelorútbúgvingar í KT-verkfrøði, Lívfrøði og í Náttúruvísindum við denti á jarðfrøði ella havfrøði. Útbúgvingarnar eru á altjóða stigi, og geva atgongd til master útbúgvingar bæði uttanlands og í Føroyum. 

Norðurlendsk Master útbúgving í Havvistfrøði og veðurlag
'The Joint Nordic Master's Programme in Marine Ecosystems and Climate' er ein tvey ára (120 ECTS) útbúgving, sum Universitetini í Bergen, Íslandi, Aarhus og Føroyum bjóða út í felag. Hetta er ein altjóða útbúgving fyri lesandi, sum hava sína grundútbúgving innan lívfrøðiliga ella alisfrøðiliga havfrøði, og hava áhuga fyri tvørfakligum havfrøðiligum avbjóðingum.

'The Joint Nordic Master's Programme in Marine Ecosystems and Climate' er væl hóskandi sum framhaldslestur omaná bachelor í Hav- og Jarðfrøði ella Lívfrøði frá NVD. Les meira 

Nágreiniligu upptøkutreytirnar

Nágreiniligu upptøkutreytirnar fyri útbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini eru sum greitt frá niðanfyri. Um spurningar eru, vendið tykkum so til okkara, í telduposti ella á telefon 352550.

 

Orku- og umhvørvisverkfrøði

Treyt fyri upptøku er, at tú hevur miðnámsprógv við støddfrøði á A stigi, alisfrøði á B stigi og evnafrøði á C stigi.

Miðaltalið í nevndu lærugreinum skal  vera í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum ella endaligum ársmetum.

Aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

KT-verkfrøði

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B stigi, har miðaltalið í støddfrøði - roknað av endaligum skrivligum og munligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum - er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri. 

 

Lívfrøði

Treyt fyri upptøku er at umsøkjari hevur miðnámsprógv við 

Alisfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

Støddfrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum.

Evnafrøði á B stigi, har miðaltalið er í minsta lagi 6 eftir 13-stiganum

Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri.


Nevndu miðaltølini
eru øll roknað av endaligum skrivligum og munligum úrslitum í ársmetum og próvtøkuúrslitum.

Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352501
nvd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult