Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi
Megindeildin fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Bachelor-útbúgvingar

Náttúruvísindadeildin bjóðar út 3 ára bachelor útbúgvingar. Tær verða bjóðaðar aftur í 2012.

Ein gjøllari kunning um útbúgvingarnar sæst niðanfyri.

Náttúruvísindi

Bachelor í Náttúruvísindum hevur tvær høvuðsbreytir at velja í: eina jarðfrøðiliga og eina havfrøðiliga. Undirvísingin er felags ta fyrstu tíðina - í 1 ¼ ár. Tí ber til at skifta breyt fram til byrjanina av øðrum ári.

Jarðfrøðiliga breytin er tann rætta fyri teg, sum t.d. vilt vita meir um upprunan hjá Jørðini, hvussu hon er broytt ígjøgnum milliardir av árum, hvar jarðskjálvtar kunnu henda, og um møguleikar fyri at finna olju og gass í undirgrundini.

Havfrøðiliga breytin er tann rætta fyri teg, sum t.d. vilt vita meir um veðurlagsbroytingar og umhvørvisspurningar, og vilt vita meir um møguleikar fyri at útvinna grøna orku úr sjóvarfalli og aldu.

Lívfrøði

Hevur tú áhuga fyri spurningum um t.d. hvussu lívið varð til, hvussu tað broytist, hvussu arvurin stýrir útsjónd og evnum hjá heimsins verum, hvussu verur laga seg til umhvørvið, so er bachelor í lívfrøði ein áhugaverd útbúgving fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði.

KT-verkfrøði

Hevur tú áhuga fyri at arbeiða við KT, tekniskum loysnum og nýggjum vinnumøguleikum, so er KT-verkfrøði rætta útbúgvingin fyri teg. Útbúgvingin gevur tær eina breiða vitan um kunningar og samskiftistøkni (KST).

Aðrar upplýsingar

Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352551
nvd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult