Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Upptøka og umsóknarfreistir 2013


Umsóknarfreist

Freistin at søkja inn til lestur er 1. juli 2013. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013. Váttan fyri, at umsøkjari tekur við lestrarplássinum, skal vera móttikin í seinasta lagi mánadagin 5. august 2013.

Eftir ætlan byrja lesandi á Náttúruvísindadeildini mánadagin 26. august 2012

Søkjast kann inn at lesa á:


Umsóknarblað

Her er møguligt at taka niður umsóknarblað til upptøku 2013. Eisini er løgd út ein leiðbeining til umsóknarblaðið. Les leiðbeiningina væl, áðrenn tú fyllir umsóknarblaðið út.


Umsóknir kunnu eisini sendast við telduposti til lestur(at)setur.fo

Sí annars nærri kunning á umsóknarblaðnum.


Upptøkutreytin
fyri upptøku til bachelorútbúgving á Náttúruvísindadeildini er, at umsøkjari hevur gymnasialt miðnámsprógv. Harumframt eru fylgjandi krøv til lærugreinirnar (sí leinkju).


Aðrar javngóðar fortreytir kunnu góðtakast eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri.

 

Samband
Náttúruvísindadeildin
Nóatún 3
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352550
Faks: +298 352501
nvd(at)setur.fo
CMS::TypoConsult