Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin

Ráð teirra lesandi

Endamálið hjá Ráði teirra lesandi er at umboða øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Aðalmálið er at røkja áhugamál teirra lesandi í samstarvi við setursleiðslu, undirvísarar og onnur starvsfólk á stovninum.

Um ráðið

Í samlaða ráðnum situr eitt umboð og eitt eykaumboð fyri hvørja deild. Afturat hesum eru lokal Ráð teirra lesandi á hvørjari deild við umleið seks umboðum.

Ráðið heldur til í lestrarhúsinum í Fr. Petersens gøtu 9, har tað eisini eru lestrar- og bólkahøli til lesandi á Setrinum. Seinasta árið hevur ráðið serliga arbeitt við at betra um lestrarumhvørvið.

Ráð Teirra Lesandi - RTL - hevur virknan leiklut í:

  • Lestrarráðunum á deildunum, sum eru ráðgevandi eindir undir dekaninum, ið millum annað umrøða útbúgvingarendamál og meta um góðsku á útbúgvingum. Lestrarráðið er mannað við undirvísarum og lesandi.
  • Akademiska ráðnum, sum er ráðgevandi eindin hjá Rektaranum. Akademiska ráðið er mannað við undirvísarum, lesandi og leiðslu. Akademiska ráðið viðger millum annað strategiskar og fíggjarligar raðfestingar.

 

RTL er við til:

  • At skipa fyri tiltøkum á Setrinum, millum annað innleiðsludøgum, samansjóðingartúrum saman viðvegleiðarunum og hugnaløtu í Fr. Petersens gøtu 9. 

.
Eitt nú við at skipa lestrarráðini á deildunum og saman við starvsfólkum á Setrinum at skipa fyri valinum av stýrislimi, har lesandi valdu sítt umboð í stýrið hjá Setrinum.

Eisini hevur verið arbeitt við at seta eina mentorskipan í verk millum lesandi á Setrinum.

Í apríl 2014 var tann fyrsta Seturscaféin. Byrjað var við eini mini-Seturscafé í táverandi hølum okkara í Bókbindaragøtu 8. Seturcaféin var væleydnað, umleið 40 lesandi vóru á gátt.

Í november 2015 flutti Seturscaféin til Fríðrik Petersens gøtu 9, har tað javnan hevur verið café fríggjadagar seinnapart og kvøld. Ætlanin er at halda fram við Seturcafé hvørt fríggjakvøld.

Arbeiðið at fáa lesandi skipað úti á deildunum heldur fram og arbeitt verður fyri, at allar deildirnar skipa hvørt sítt virkið Ráð teirra lesandi, ið arbeiðir fyri áhugamálunum hjá lesandi á teimum ymsu deildunum.

Fríðrik Petersens gøta 9

Umboð í ráðnum

Umboð í RTL januar 2016 eru:

  • Ingilín D. Strøm, Føroyamálsdeildin
  • Silja Aldudóttir, Føroyamálsdeildin
  • Lydia Samson, Námsvísindadeildin
  • Eyðbjartur S. Skaalum, Námsvísindadeildin
  • Andrias Gregoriussen, Náttúruvísindadeildin
  • Hans Jakup Abrahamsen, Náttúruvísindadeildin
  • Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð, Sjúkrarøktarfrøðideildin
  • Elisa Abrahamsen, Søgu- og samfelagsdeildin
  • Turid Christophersen, Søgu- og samfelagsdeildin

Send okkum boð

Tit lesandi eru altíð vælkomin at senda okkum tykkara tankar um tað, sum Ráðið hevur gjørt gjøgnum árið, og uppskot til, hvussu Setrið kann gerast eitt enn betri stað at vera lesandi. Hava tit ynski til betringar av ymiskum slag, sendið okkum eini boð á facebook og vit taka tað upp við leiðsluna á Setrinum.

Send boð á facebook

Eisini ber til at senda ein teldupost til okkara og vit svara tykkum skjótast tilber.

Reglugerð

Hósdagin 19. desember 2013 høvdu umboð fyri lesandi av øllum deildunum fund við leiðsluna, og har varð næmingaráð fyri øll lesandi á Fróðskaparsetri Føroya formliga sett á stovn – navnið bleiv Ráð teirra lesandi. Reglugerðin fyri ráðið varð undirskrivað av rektaranum, Sigurð í Jákupsstovu og umboð teirra lesandi, Birnu Gaard tann 21. juni 2013. 

Reglugerð fyri Ráð teirra lesandi 

Umboð í Ráð teirra lesandi verða vald á hvørjum ári. Næsta val av Ráði teirra lesandi verður í okt. 2016. 

Samband
Fróðskaparsetur Føroya
J.C. Svabos gøta 14
FO-100 Tórshavn
Tel.: +298 352500
Faks: +298 352501
setur(at)setur.fo
CMS::TypoConsult